Bloggur

Ótrúliga góð heimavenjing fyri reiðfólk – og øll onnur!

At liggja á knæ á einum yogabólti, meðan tú sveiggjar armarnar frá síðu til síðu – við vekt í hondin! Jú, tað kunnu tey allarflestu venja seg til at klára – eisini eg!
10.05.2021

Hevur tú ein skundmiklan gerandisdag, skiftandi arbeiðstíðir ella ert tú kanska í sóttarhaldi, so er hetta ein frálíkur venjingarháttur, har tú venur bæði styrki, koordinatión og balansu – og enntá hugsunarhátt. Tá eg byrjaði hesa venjingina, kláraði eg als ikki at fáa føturnar úr gólvinum, meðan eg var á bóltinum – og hygg nú!

DRT venjing
Hóast DRT stendur fyri Dressage Rider Training, so eru hetta venjingar, sum ØLL kunu fáa nógv burturúr – ikki bara reiðfólk. Tað er ein sjarmerandi nýsælendsk kvinna, Nicola Smith, sum hevur ment hendan venjingarháttin. Hon er uttandura í sól og hita og leiðir okkum ígjøgnum venjingarnar á sínum sjarmerandi máli, meðan hon greiðir væl frá, hvat við gera og hví. Ofta er hennara fitti hundur við á upptøkunum ella eitt ross stjelur myndina eina løtu.

Bara 3 x 20 minuttir um vikuna
Eg haldi, at tað besta við hesum programminum er, at tað er bygt upp soleiðis, at tú venur tríggjar ferðir tjúgu minuttir um vikuna – og tað er yvirkomiligt hjá teimum allarflestu.
Afturat hesum intensu venjingunum verður ymiskt annað tilmælt, so sum at brúka skúmrullu at mýkja serliga knýttar vøddar ymsastaðni á kroppinum. Og eg sigi tær, har eru nógv støð, sum eg als ikki visti, vóru so knýtt! Tú fært eitt sindur ilt í fyrstuni, men tað ger nakað ótrúliga gott fyri teg og tín kropp.
Eisini fáa vit “heimaarbeiði”, ofta á rossinum, men eg komi sjáldan so langt, sum at gera mínar “lektiur”. Afturat hesum eru nógvar greinar, sum Nicola hevur skrivað, um hvussu venjingarnar ávirka kroppin, um tú hevur stundir og hug at lesa tað.

Venjingarnar
Tú gert hesi trý sløgini av venjing eina ferð um vikuna:

1. venjing: Core strength
Her er fokus á at styrkja kjarnuna í kroppinum – búk, rygg o.s.fr.
2. venjing: Yoga
Góðar yogavenjingar, har dentur verður lagdur á at strekkja og mýkja vøddar og eisini vøddaskinnið (fascia), sum liggur rundan um okkara vøddar, og sum ofta kann vera eitt sindur ringt at fáa fatur á.
3. venjing: Rider Strength
Hóast hetta eitur Rider Strength, so eru hetta “vanligar” styrkivenjingar, har vit venja bein, armar, akslar, rygg o.s.fr.

Ven í tínum egna tempo
Skeiðini eru ætlað at vara í 12 vikur hvørt, men tú stýrir fullkomiliga, hvussu tú venur. Eg havi klárað at koma ígjøgnum DRT 1, 2 og 3, men tað tók mær nærum eitt ár at koma ígjøgnum nr. 3, tí eg bleiv við at steðga upp at ymsum orsøkum. Men tað góða er, at so byrjar tú bara umaftur, har tú heldur teg klára. Tú loggar bara inn við telefon ella teldu og kanst eisini taka venjingarnar niður – ella keypa ein geyma við teimum á – og so venur tú púrasta í tínum egna tempo.

Útgerð
Vit brúka yogabólt, yogamáttu, lastikk, vektir og skúmrullu, so tað er gott at eiga, áðrenn tú byrjar.

DRT 4 byrjar í dag
Leingi hevur verið bíðað eftir DRT4, men nú byrjar tað í dag. Havi í morgun gjørt fyrstu venjingina – vit vandu búk og rygg, og tað var eitt sindur strævið – men gott! Eitt annað gott við venjingunum er, at Nicola hevur altíð fleiri alternativ at velja ímillum – lættari og harðari venjingar – alt eftir hvørjum formi, tí ert í. Og tað tekur sum sagt bara 20 minuttir – ein frálíkur máti at byrja vikuna uppá.

Facebook-bólkur
Sjálvandi er ein Facebook-bólkur knýttur at DRT, har tað er stuttligt at lesa um, hvussu glað fólk eru fyri henda venjingarháttin og hvussu nógv venjingarnar hava hjálpt teimum – sjálvandi serliga í ríðingini. Hevur tú hug at fáa meira at vita um hetta, kanst tú lesa meira á dressageridertraining.com.