Eyðna Simonsen
Eyðna Simonsen
BLOGGUR: Renn avstað
Ein einsamallur pálmi í oyðimørkini …
Bloggur

Ein einsamallur pálmi í oyðimørkini …

Eg føldi meg næstan sum tann einsamalla pálman á morguntúrinum í morgun – fáir bilar og fá fólk úti – tó onkur onnur við hundi eins og eg.
01.12.2020

Eg kom at hugsa um okkara lærara í støddfrøði, sum royndi at stappa ein sindur av lærdómi í okkara ofta dølsku tannáringaheilar í fólkaskúlanum, tá eg var ein rennitúr tíðliga í morgun. Hann var ein góður lærari og stuttligur – tá hann spurdi um okkurt og kanska bara ein fingur var uppi, plagdi hann at siga: „Nei, nei, nei – bara eeeiiiiiiiin einsamallur pálmi í oyðimørkini!!??!“ Eg føldi meg næstan sum tann einsamalla pálman á morguntúrinum í morgun – fáir bilar og fá fólk úti – tó onkur onnur við hundi eins og eg.

Besti rennivinurin vorðin gamal
Eg minnist faktisk ikki, hvussu langt síðani tað er, at eg seinast var rennitúr, men merkti væl á hundinum, at hann er vorðin eldri! Hann plagdi altíð at vera frammanfyri meg, men í morgun dragnaði hann meira afturúr, stakkalin! Og tá skal sigast, at eg renni VIRKULIGA ikki skjótt! So eg tillagaði ferðina eftir honum – og tað var í roynd og veru eisini fínasta slag fyri meg, tí tað er so sera umráðandi at byrja spakuliga, tá vit byrja at renna – fyri at sleppa undan skaðum. So vit bæði tóku tað heilt róligt og nutu fantastiska veðrið og friðin við Hoyvíkstjørn, sum var hálvfryst.

Fagrar blómur
Á túrinum sóu vit tjøldur, dunnur á tjørnini, vakrar blómur koma upp úr moldini her og har – boð um, at nú várar, hóast kuldan – og komin til hús fóru vit út á altanina at syngja og lurta eftir „Fagra blóma“ í Góðan morgun Føroyar ... ein góð byrjan uppá vikuskiftið

Kundi tú hugsa tær at farið í renniskógvarnir aftur, so er eitt lagaligt renniprogramm her!