Bloggur

Føroyar runnu – og tað gjørdu skjaldbøkurnar eisini!

Ein góð kensla aftur at vera í skjaldbøkuhópinum hjá Bragdinum til tiltakið Føroyar Renna 2021, sum var Skírisdag, 1. apríl.
02.04.2021

Vit vóru 8 skjaldbøkur, sum hittust á Tórsbreyt og runnu teir 5 km, sum vit høvdu meldað okkum til. Til tykkum, sum ikki kenna skjaldbøkurnar, so er tað ein bólkur í Bragdinum, har vit ikki renna so skjótt – sum tit kanska hava gitt. Tað er so gott við einum tílíkum bólki. Tú nýtist ikki at hugsa um, at tú ikki orkar so væl, tí har verður bæði gingið og runnið – onki trýst. Nógvir ymiskir bólkar eru í Bragdinum – og tað ber sjálvandi væl til at flyta úr einum bólki í annan – alt eftir orku og formi.

Ein frálíkur rennitúrur
Vit hitaðu upp á breytini og síðani gekk leiðin niðan til Svartafoss, yvir eftir Skraddaragøtu, niðan til Hoyvíkar, oman eftir Kúrdalsvegi og eftir gøtuni oman á Boðanes. Har steðgaðu vit á eina lítla løtu at njóta útsýnið yvir fjørðin og síðani avstað aftur niðan til skúlan í Hoydølum, eftir Sanatoriivegnum og eftir gøtunum í Ovaru Hoydølum. Komnar yvir um brúnna, nú pippaði í ymisku urunum: 5 km! Vit steðgaðu á, tóku mynd og tóku tað róligt niðan aftur á Tórsbreyt.

Myndin: Vit fylgdust – og hava her runnið 5 km.

Runnu nærum allan vegin
Eg gjørdist rættiliga bilsin av, at vit runnu nærum allan vegin! Hevði væntað, at eg sjálv fór at ganga og so renna eitt sindur av og á, men tað gekk so avbera væl, og eg orkaði nógv betur enn væntað. Tað hjálpir altíð at renna saman við øðrum, haldi eg – tað er hugnaligari, og tú ert ikki líka “góð” við teg sjálva og steðgar ikki á eins ofta at hvíla.

Hugnaløta í nýggju Bragdarhølunum
Bragdið hevur fingið nýggj felagshøli beint við rennibreytina, har dagstovnurin Kurl@ helt til. Og har var deiliga hugnaligt at koma inn til góðan drekkamunn við nógvum lekkrum afturvið. Vanligt er til ymisk tiltøk, at øll taka okkurt smávegis við til matna og felagið bjóðar te og kaffi. Hetta riggar altíð stak væl. Afturvið drekkamunninum blivu tíðirnar skrásettar á renn.fo og allir luttakarar fingu medalju. So var bert eftir at ynskja gleðiligar páskir og takk fyri í dag.




Viðkomandi greinar