Bloggur

“Føroyar, tá sólin ...”

Er tað ikki bara heilt ótrúliga deiligt í Føroyum, tá veðrið er gott? Fólk streyma út í náttúruna ella oman í býin. Stuttligt at síggja fólk í løttum summarklæðum – summi kanska heldur ljósareyð her og har – men tað er bara um at njóta løturnar, meðan tær eru.
26.07.2021

Hesir seinastu dagarnir hava bara verið nakað heilt serligt – og tá er at royna at fáa tað besta burturúr – og vera so nógv úti, sum gjørligt, sum tað nú ber til fyri arbeiði og øðrum pliktum. Men eisini ber til at flyta kontórið út um eina løtu ...

Uttandura fund í fleiri tímar
Hósdagin høvdu Michel, sum eg arbeiði nógv saman við, og eg avtala ein fund niðri í Hugskotinum, men vit kundu stutt sagt ikki seta okkum inni, so fundurin bleiv hildin á beinkinum uttan fyri Hugskotið í brennandi sól – bert avbrotin av einum lítlum túri yvir í fyrrverandi Bacalao at keypa ís og churros. Tað var ringt at síggja telduskermin í sólskininum, men tað gekk. Mátti tó seinni um kvøldið ásanna, at tað var kanska ikki so smart at sita við upprullaðum buksubrókum í tímavís uttan at smyrja sólkrem á skyggjandi hvítu skinnabeinini, sum nú vóru blivin sterkt pink og svíðandi!

Eitt ótrúliga lekkurt dypp
Aftaná ein sera gevandi og fund, fekk Michel tað geniala hugskotið at fara og dyppa í Sandagerði. Tað er alt ov langt síðani, ag havi verið, men var heilt ótrúliga lekkurt! Gamaní kalt at koma úti, men deiligt at koma úr aftur og so bara leggja seg á handklæði at torna í hitanum.

Sum sunnanfyri í Sandagerði

Ambadalur
Fríggjadagin fekk eg lokkað fleiri í familjuni ein túr til Gjáar við tí fyri eygað at ganga niðan í Ambadal og haðani út á eggina, har til ber at síggja Búgvan. Vit byrjaðu við gjónna og stríddu okkum niðan á Barm. Tað var so heilt ótrúliga heitt at ganga – lýtt, sól og ikki ein ond – so vit vóru rennvát, tá vit endiliga komu niðan á og eitt pinkalítið, men sera kærkomið, svalandi lot køldi okkum eitt sindur av.

Útsýnið yvir Ambadal

Pulsurin í topp, men gott jarðarsamband
Sjáldan havi eg verið so heit í fjøllunum í Føroyum. Man hevur altíð eina ullinta troyggju við – og ein tunnan jakka – og eina húgvu – og turrar sokkar ... So tað bleiv nógv at bera, tí ikki var hugsingur um at vera í meira enn tí allarmest neyðuga. Eg var glað fyri, at eg var berføtt í bibbuskóm – fyrstu ferð, eg havi roynt teir á einum so longum túri – og teir royndust sera væl, eru luftigir, hava ótrúliga gott tak í lendinum og geva ein góða, fría kenslu. Apple Watch var sjálvandi hugt eftir við jøvnum millumbili, og tað var lítið hugaligt at síggja pulsin flúgva upp á 172 sløg um minuttin í drúgvu mótbrekkunum, hmmm, har má gerast okkurt við tað! Komin niðan á – eftir nógvar smáar steðgir – hildu vit ein longri steðg og nutu frálíka útsýnið yvir vakra Ambadal, meðan vit ótu turran fisk og sjokulátakeks. Vit samdust tó um, at venda við og fara somu leið oman aftur, so Búgvin má bíða til eina aðru ferð.

Vitja ross í Nólsoy
Leygardagin var eisini gott veður – í hvussu er í heimsins bestu oyggj – sum so ofta, so skein sólin. Vit fóru til Nólsoyar kl. 12.30 – Sanna, Marjun og eg – fyrst og fremst at hyggja til rossini, sum vit hava gangandi á beiti har úti. Fyrst gekk leiðin norður undir Øksl, har rossini ganga á einum stórum, góðum og fjølbroyttum beiti. Rossini høvdu tað sum blomman í egginum – deiligt at heilsa uppá tey. Aftaná gingu vit norður í Boða og síðani heim í bygdina til ein góðan drekkamunn við nýbakaðari súreplatertu í Kunningarstovuni.

Gott rossalív í Nólsoy

Uppi í Skip
Eftir at hava gingið túr runt í bygdini, heilsa uppá fólk og sjoppað í Heimavirkinum, fóru vit ein túr niðan í Skip. Her uppi goymdu nólsoyingar seg fyri sjórænarum fyrr í tíðini. Eitt gott goymistað, sum als ikki sæst frá bygdini. Her var deiligt at sita og práta, so tíðin fleyg, og vit máttu skunda okkum eitt sindur oman aftur, um vit skuldu náa at eta á Maggie’s, sum vit høvdu ætlað.

Uppi í Skipi. Her krógvaðu nólsoyingar seg fyri sjórænarum fyrr í tíðini.

Góðir vegetarburgarar á Maggie’s
Tíðin var heldur knøpp, so vit spurdu, hvat var skjótast at bíleggja. “Burgarar”, sigur Óli Svein, sum stóð handan barrdiskin, avgjørdur. Eri sjálv ikki so nógv fyri oksakjøti, men har vóru eisini vegetarburgarar á skránni, fingu vit at vita. Hetta ljóðaði gott, hildu vit, og bíløgdu fyrstu vegetarburgararnir, sum vóru seldir á Maggie’s, sambært Óla Svein! Og væl smakkaði! Tað er so heilt vist. Vit náddu at eta og oman á kaiina, áðrenn Ternan kom – og enn ein frálíkur føroyskum summardagur var farin aftur um bak.




Viðkomandi greinar