Bloggur

Gott at kunna flenna at sær sjálvari!

Hesin bloggurin hevur ikki so nógv við heilsu at gera – tó so – tað er bæði stuttligari og allarhelst sunnari at klára at flenna at sínum smáu mistøkum, heldur enn at blíva illa við, tá man hevur dummað seg eitt sindur ...
03.05.2021

Vit skuldu hava nýggjan bil fyri eini tíð síðani. Eftir at hava slitið tveir Berlingo nærum upp, hildu vit, at vit kundu loyva okkum at uppgradera eitt sindur. Ikki tí, Berlingo eru fantastiskir bilar – har passar ALT í! Og tað, sum ikki passar í, er allarhelst ikki vert at hava við sær. Visti tú til dømis, at tað ber til at seta ein barnavogn inn í bagagurúmið, uttan at leggja hann saman? Snilt!

Praktiskur pick-up
Vit blivu samd um, at okkara nýggi bilur skuldi vera ein pick-up. Eg vildi øðiliga gjarna hava ein 4-hjólstrektan bil fyri at kunnu koyra út í Havnardal uttan stórvegis trupulleikar um veturin. Og vit hava ofta brúk fyri at koyra størri ting, so valið fall á ein pick-up, og vit endaðu við at keypa ein svartan Mitsubishi L200.

Pick-up fólkið
Tá tú sjálv koyrir pick-up, leggur tú nógv betur merki til aðrar pick-up’ar – og tá tú møtir einum øðrum pick-up ella steðgar nær við ein, so er líka við, at man heilsar uppá hvønn annan – bara tí hini eisini koyra pick-up. Og møtir tú so onkum, sum hevur sama slag pick-up, sum tú, so smílist man til hvønn annan og nikkar viðurkennandi, tí tey hava valt ein so lekkran bil.

Pínlig misskiljing
Ein dagin, eg kom koyrandi oman eftir R.C. Effersøes gøtu, kom eg til at standa beint við síðuna av einum svørtum Mitsubishi L200. Presis sama modell og lit sum okkara. Vit bíða fyri reyðum ljósi, og eg smílist og hálvavegna nikki til mannin, sum koyrdi hin bilin, meðan eg gevi honum "elevator-eygnakastið" – altso bilinum sjálvandi! Fyri líkasum at kekka, um hansara bilur hevur nakað eyka, sum okkara ikki hevur o.s.fr. Maðurin í hinum bilinum hyggur undarliga og eitt sindur forhánisliga at mær og vendir síðani høvdinum beint fram.
Nå, hugsi eg, hvat feilar honum? Hetta havi eg ikki upplivað fyrr millum pick-up fólk við sama slag bili!! Løgið!! So verður ljósið grønt, og eg koyri beint fram, meðan hann fer til høgru. Ikki fyrr enn eg eri komin eitt gott petti, komi eg í tankar um, at eg koyri í okkara gamla, rustaða Berlingo, tí onkur annar brúkti pick-up'in! Mátti flenna hart at mær sjálvari – einsamøll í bilinum. Neyðars maður – hvat man hann hava hugsað!!