Bloggur

Jamen, hvat nú, um …?

Tað er so ótrúliga irriterandi at vera bangin – so bangin, at tað forðar tær í at gera nakað, sum tú veruliga so gjarna vilt gera.
11.12.2020

– Skulu vit ikki fara eina stuttan ríðitúr? spurdi dóttirin sunnudagin, nú hesin vetrardagurin í mars var so ljósur og góður.
– Ha?? Øh, emmm, jamen er Snæþór ikki ov troyttur frá í gjár, tá tú vart langan túr við honum? (Snæþór er mín fitti íslendski hestur, hvørs navn úttalast: Sneithór).
– Nei, nei, tað klárar hann heilt vist – vit ríða hvørki skjótt ella langt, vissar dóttirin meg um. – Lat okkum fara um umleið ein tíma ...
– Øhhmmm … (eg royni at finna onkra aðra umbering, men finni ikki ordiliga nakra) … ja, ókey, so siga vit tað  – og so fer heilin annars í gongd:

Hvat nú, um:
• hesturin órógvast av vindinum?
• eg eri so nervøs, at tað smittar hestin?
• ein leysur hundur kemur eftir okkum?
• eitt seyðafylgi fer at renna?
• ein fuglur knappliga fer á flog?
• hesturin verður kløkkur og rennur avstað við mær?
• eg ikki fái steðgað honum, tá eg vil?
• eg detti av?

Og soleiðis koyra tankarnir, hóast eg væl veit, at tað ikki er snilt. 

Fyrsti túrur úti í ár
Seinasti túrurin, eg var úti við Snæþór, var tollaksmessudag í allarallarfagrasta veðri – tá var so sjáldsama stilt og gott veður. Síðani hevur tað antin verið myrkt ella illveður, tá eg havi havt frí – og so líðandi tekur nervøsiteturin yvir og undanførslurnar fyri at fara ÚT at ríða, bara vaksa í tali – so sum at hesturin hevur ikki verið riðin úti so leingi, hann kennir ikki landið og ríðileiðirnar serliga væl, tí vit hava ikki verið so nógvastaðni, síðan hann kom heim úr Íslandi í fjør.

Má taka meg saman!
Men hesa seinastu tíðina hevur dóttirin verið fleiri túrar við honum – sjálv, saman við øðrum, kend støð og ókend støð – nemliga fyri at eg skuldi koma í gongd aftur við at ríða úti, so nú var bara hjá mær at taka meg saman!

Irriterandi ótti
Tað er so ótrúliga irriterandi at vera bangin – so bangin, at tað forðar tær í at gera nakað, sum tú veruliga so gjarna vilt gera, so tí fari eg heldur at royna at hugsa:

Hvat nú, um:
• hesturin er róligur og „lurtar“ væl?
• túrurin verður framúr góður?
• sambandið við hestin styrkist?
• eg verði eina fantastiska uppliving ríkari?
• eg fari at tora betur framyvir?

Og soleiðis royna at venda tingunum við, hava fokus á tað góða, hugsa jaligt og skúgva tað neiliga til viks.

Og túrurin …
… var sjálvandi so ótrúliga góður! Eg fór avstað við rættiliga nógvum summarfuglum í búkinum, men royndi at minnast tað, sum mínir nógvu góðu venjarar hava lært meg gjøgnum tíðina – anda niður í búkin, slappa av í herðunum, hav bleytt samband við hestin … Og so hvørt, sum alt riggaði fínt við hestinum, flugu summarfuglarnir stillisliga avstað – ein fyri og annar eftir – og eg kundi njóta løtuna meira og meira.

Vit riðu runt Fjallið eftir rossagøtuni. Har vóru óvanliga nógv fólk úti og gingu túr. Ein hundur kom goyggjandi við fullari ferð ímóti okkum, til konan, sum var í ferð við at taka myndir av børnunum, fekk stýr á kamera, flex-línu, hundi og øllum. Men rossini bíðaðu bara púra rólig, til hetta lítla, hysteriska, goyggjandi djórið var undir tamarhaldi aftur. Fólk annars vóru fitt at flyta seg fyri okkum, vit fingu nógv vinaliga nikk og takkaðu teimum fyri at loyva okkum framvið. Nú er mánadagur, regn og vindur, og eg siti heima og arbeiði, tí Corona herjar. Men eg eri enn „ high” eftir túrin í gjár ...