Bloggur

Jú! Tað VAR ordiliga lekkurt!

Huff, nú eru longu fleiri vikur síðan seinasta dypp – alt møguligt blívur við at koma í vegin – ella ... tað er sjálvandi bara raðfestingarnar, sum tað snýr seg um ... men hvítusunnumorgun hevði eg so eina dyppiavtalu.
24.05.2021

“Eg stúri fyri at fara útí!”, skrivi eg til vinkuna, og so eitt brostekn, sum heldur fyri eyguni, eitt sum flennir býtt og at enda eitt blátt høvd við glerpípum hangandi úr munninum. “Anei, tað verður ikki so ringt” svarar hon uggandi – og vit avtala at møtast í Sandagerði um 11-tíðina.

Stilt og gott veður
Fleiri fólk vóru í Sandagerði í góðveðrinum – hóast tað var eitt sindur kalt. Vit lótu okkum úr “uniforminum”, sum fyri nógvar av okkum dyppikonum er gráar, langar, ullintar buksur, grá, ullint troyggja, ullintar hosur og so ein tjúkkur dýnijakki uttaná. Vit vóru longu í svimjiklæðum innanfyri, so tað var skjótt, so vóru vit klárar.

Kaaaaalt – og tó!
Uh, at vassa útí ísakalda vatnið – longri og longri út – tað ringasta er, tá vatnið kemur upp til búkin, haldi eg. Mátti brúka hoppiteknikkin, tað vil siga, hoppa upp og niður nakrar ferðir og so tjums niður í vatnið nakrar ferðir. Og so var tað ringasta yvirstaðið.

Sand-peeling
Eftir fyrsta dypp, fóru vit upp at gníggja sand á armar og bein – og so úti aftur – og nú var onki problem. Eini 20 tøk og so var eg liðug. Joan møtir nógv betur upp í Sandagerði enn eg fyri tíðina, so hon mátti útí einaferð afturat.

Fantastiska kenslan
Og so kom hon sníkjandi – tann fantastiska kenslan eftir eitt dypp. Tá tú ert komin í aftur ullinta uniformin, og hitin og vælveran streyma runt í kroppinum. Vit sótu eina løtu og prátaðu og nutu veðrið og útsýnið – og fóru síðani hvør til sítt við ynskjum um eina góða hvítusunnu.




Viðkomandi greinar