Bloggur

Í kríggj ímóti Korona-dellunum!

Hvussu hava tit havt tað hetta seinasta árið? Sjálv havi eg brúkt eitthvørt høvi at forkela meg sjálva – “trøstespist”, sum danir siga – og fyrr ella seinni sæst tað aftur.
01.03.2021

Fyrr fekk eg øðiliga ofta viðmerkingar um at eg var “alt for kløn”. (Løgið, sum fólk halda seg kunna siga hvat sum helst við ein klænan persón). Ná, men eftir at hava lagt av við at roykja og síðani eftir barn nummar trý, so fekk eg av og á viðmerkingar, so sum: “nú ert tú akkra passalig”. Men nú – nú hoyri eg líkasum onki – hmmm, hvat man tað so merkja??? Ja, ja, eg veit tað væl: Fleiri kilo ov nógv – og í hvussu er skeivt plaserað kilo.

Korona-dellur
So bleiv hasin føðingardagurin avlýstur, handan konfirmatiónin útsett, vit sluppu ikki á konsert, kundu ikki fara í dans, nú áttu vit at verið á ríðiferð í Íslandi – ØV! ØV! ØV! Ná, men so hava vit veruliga uppborið at hugna og forkela okkum sjálv heima. Ganga amokk í góðgætis-deildini í handlinum, hey – trý Twix uppá tilboð, ordiliga bílig blandað bomm! Tað mugu vit hava! Og ein heitan kakao-munn, eina lekkra osta/róma/sjokulátukøku, kips, dypp, sodavatn o.s.fr., o.s.fr. Og so jólini omaná við gásasteik, brúnkaðum eplum og góðari sós! Karamellur, smákøkur og marsipan. Tað sigur seg sjálvt, at tað má síggjast aftur onkustaðni!

Annað skinn um bak
Men nú er slutt. Tað er ov strævið við hesum ísturkroystarínum í gerandisdegnum. So eg havi fingið mær eina app, sum eitur Lifesum. Havi brúkt hana onkutíð fyrr – og tað riggar onkursvegna. Tú skrásetur alt í appini – alt, sum tú etur og alt, sum tú venur – og so roknar appin út og sigur tær, hvat tú hevur etið ov nógv ella lítið av: Protein, kolhydratir og feitt. Har eru fleiri programm, sum tú kanst fylgja – eg havi valt eitt, sum eitur “klassisk diæt”, har tú skrivar tíni mál inn og so roknar appin restina út.

Eitt hálvt kilo um mánaðin
Eg eri so mikið góð við meg sjálva, at eg ætli at taka hetta her “stille og roligt”. Ætli mær hvørki at ganga svong ella halda uppat við at eta søtt, men venja og eta sunnari og harvið gerast betri fyri í allar mátar – tað er málið! Havi sett mær fyri, at lætna eitt hálvt kilo um mánaðin, til eg eri komin niður á ta vektina, sum eg helst vil vera á. Tað burdi verið yvirkomiligt, ha?

Meira grønt og meira venjing
Roknistykkið er ikki so ringt. Tú skalt BARA eta minni enn tú brennur – longri er tann søgan ikki! Men søgan kann vera eitt sindur ring at fáa at passa í einum skundmiklum gerandisdegi. Havi sjálv so ómetaliga ringt við at leggja mat til rættis. Hvat skulu vit hava til døgurða? er fastur spurningur her heima – og líka ofta er spurningurin: Hava vit nakran døgurða í dag? Og tá er skjott bara at eta okkurt – skrúvur, ketsjupp og ost – tað smakkar fínt! Ella eina frysta pitsa. Men tá tikkar skjótt inn við "tómum" kalorium á teljaran í appini. So næsta málið er at gera eina matarætlan, tað eigur at bera til!

Gongdin higartil
Nú havi eg brúkt Lifesum í nakrar vikur og eri farin at venji styrki og konditión einar tríggjar ferðir um vikuna. Enn er vektin ikki minkað nakað serligt ... MEN! Vøddar viga meira enn feitt, mugu vit minnast til og eg merki, at hetta irriterandi tingið, sum hongur út yvir buksulíningina, er minkað eitt lítið sindur. Og tað, sum er uppaftur betri, er, at eg havi tað munandi betri – og tað er tað, sum veruliga telur. Og havi eg hug at synda onkutíð, ja, so geri eg tað við góðari samvitsku – gangi kanska bara ein eyka túr ella geri styrkivenjingar heima í stovuni fyri at minka um reyðu tølini í appini. (Ókey, viðhvørt lati eg bara vera við at skráseta alt, sum eg eti – men hvønn snýti eg tá? ;-)

Vápnahvíld í krígnum
Her er fingin vápnahvíld í lag í krígnum ímóti koronadellunum. Ikki óvæntað bleiv niðurstøðan tann, at tað snýr seg fyrst og fremst um at røra seg nokk og eta nøkulunda skilagott, so er ikki neyðugt at vera í kríggi alla tíðina. Buglar okkurt eitt sindur út her og har av og á – friður veri við tí – rørsla, rættur matur og kanska ein góð app – so skal tað nokk ganga.




Viðkomandi greinar