Bloggur

Leynavatnsstevna 2021 við metstórari luttøku

Fyri nógv rossafólk er Leynavatnsstevnan nakað heilt serligt – allarhelst ársins besta tiltak – við ríðitúri, kappríðing, tjalding, báli, hugna og samveru
21.06.2021

Tiltakið byrjar altíð fríggjadag/kvøld, tá riðið verður til Leynavatn. Tað er eitt sindur ymiskt, nær fólk fara avstað – summi fara fyrr um dagin og onnur eftir arbeiðstíð – sum tað nú passar. Felags ríðitúrurin var kl. 18 frá felagshúsinum í Havnardali.

Ein heil bygd við Leynavatn
Nógv høvdu longu verið við Leynavatn kvøldið fyri og sett telt ella kampingvogn upp og rigga alt til. Har skal jú havast bæði matur og heit og góð klæði við – og ymiskt til rossini, so sum hegn og pelar, eitt sindur av hoyggi o.a. Í ár spáddi hann hampiligt veður, so "bygdin" við Leynavatn var fittliga stór.

Ríðitúrurin fríggjakvøldið
Eg havi ongantíð sjálv verið henda túrin á rossabaki, men vit fóru ein biltúr fríggjakvøldið at heilsa upp á fólk, har sum tey plaga at hava steðgir fyri at lata rossini hvíla og eta, meðan fólk hugna sær við práti og skemti.
Vanliga eru steðgir til dømis við Kleynisvarða, ánna í Grøv, Norðradalsskarð, Skeiðsskarð, Brynjumannaborð o.s.fr. Summi ríða vesturum oman í Gjáarbotn og umvegis Skælingslíðina til Leynar og haðani til Leynavatn, meðan onnur ríða nakað vestanfyri Oyggjarvegin og typiskt savnast nógv við Brynjumannaborð og fylgjast haðani til Leynavatn. Í ár savnaðust eini 40 ross her – og eftir ein góðan steðg, varð riðið víðari – fram við grótbrotinum í Hundsarabotni, oman í Kollafjarðardal og til Leynavatn.
Túrurin tekur nógvar tímar – alt eftir veðri og steðgum – og fólk komu so líðandi til Leynavatn væl út á náttina. Tá so nógv fólk og ross eru á túri í haganum, henda ofta smærri óhapp – summi ross missa skógv, onkur dettur av rossinum og okkurt ross meiddi sær beinið og mátti heintast í trailara – men hetta er alt ein partur av tí heila ...

Metstór luttøka hesa øldina
Leygardagin var heldur váttligt, tá kappríðingin byrjaði, men veðrið bleiv tíbetur frægari og turrari. Heili 44 pør høvdu meldað til, og tað er hægsta talið hesa øldina. Fyrst verður kappast í tølt og skeið, har eitt ross ríður í senn. Síðani verður kappast í trav, har tvey ella trý ross kappast og at enda er tvíspor á skránni: Ung, 2. flokkur og 1. flokkur.

Spennandi og eitt sindur ógvusligt
Summi ross blíva so heilt ótrúliga spent, tá tey skulu kappast – og serliga í tvírspori. Við Leynavatn verður startað soleiðis, at menn halda rossunum, til Hans Vilhelm rópar: KLÁR og NÚ – og so verður slept og tey leypa avstað – so nøkulunda í senn – fyri tað mesta. Av og á fer eitt ross upp eftir enda ella melur runt og setur á sleppa avstað – eg má bara undrast á hesi djørvu reiðfólkini, sum púra kul sita á og bíða, til slept verður! Imponerandi!

Kvinnurnar gjørdu bart í 1. flokki
Í ár var tað Bergfríð Lassen á Spirit, sum vunnu tvíspor í 1. flokki. Nr. 2 gjørdist Bryndis Hjartardóttir á Thor og Barbara Chaparro á Svannu gjørdist nr. 3

Tríggjar systrar í sama riðli
Aftaná sjálva kappingina var stuttleikakapping, har øll kundu melda til. Í tí eina riðlinum riðu tríggjar systrar móti hvørji aðrari – tá man vera ringt at vera foreldur – hvørjari skal man halda við ...? Tann yngsta kom flott í mál sum nummar eitt.

Hugnaligt kvøld
Eftir kappingina varð purrað uppundir grillirnar – bæði við bálplássið og runt um á kampingøkinum. Fólk kundu grilla sín egna mat við bálplássið – og tá fest var í bálið seinni á kvøld, var veðrið blivið heilt gott – stilli og turt – og so kann man ikki ynskja sær meira!

Kundi tú hugsað tær at sæð fleiri myndir frá kappríðingini, so kanst tú vitja Facebook-bólkin hjá Føroya Ríðingarfelag. Har verða myndir lagdar út næstu dagarnar.




Viðkomandi greinar