Bloggur

Reiðfólk stuðla Krabbameinsfelagnum

Leygardagin 6. mars byrjaði tiltakið: “Á rossabak móti krabba”, har reiðfólk ríða túrar fyri at stuðla landsinnsavningini “Føroyar móti krabba”.
08.03.2021

Tað er Ruth á Plógv í Sandavági, sum hevur tikið stig til tiltakið. Ruth vann sjálv á krabbanum fyri skjótt 10 árum síðani, og gleðist um at kunna vera við til at stuðla Krabbameinsfelagnum, sum stuðlaði henni so væl, tá hon hevði tørv á tí. Ríðisamband Føroya samskipar innsavningina.

Soleiðis verður tiltakið skipað
Frá 6. mars til 21. mars fara fólk á rossabak og skráseta túrarnar við eini app, sum mátar longdina á túrunum. Vónin er so at finna stuðlar – bæði virkir og privatfólk – sum játta at gjalda eitt ávíst krónutal pr. km., sum riðið verður í tíðarskeiðnum. Tann 21. mars verður so talt upp, og spennandi verður at síggja, hvussu nógvar km, fólk hava riðið, og hvussu nógvur stuðul kemur inn. Tað ber sjálvandi eisini til at stuðla við eini fastari upphædd, um ein heldur vil tað.

Soleiðis kanst tú gerast stuðul
Kennir tú onki reiðfólk, men vilt vera við til at stuðla hesum tiltakinum og savna pening til Krabbameinsfelagið, so kanst tú skriva til Ríðisambandið, sum síðani skjótt finnur tær eitt reiðfólk at stuðla. Ríðisambandið finnur tú við at trýsta her.
Tað ber sjálvandi eisini væl til at stuðla beinleiðis við at flyta pening á kontu 6460-4306904 og viðmerkja "krabbi2021". Allur stuðul er meira enn kærkomin!

Lutakast um góðar vinningar til reiðfólkini
Reiðfólkini, sum eru við í tiltakinum, fáa ein lutaseðil fyri hvønn túr, tey hava riðið – og ein fyri hvønn stuðul, tey hava. Lutaseðlarnir eru við í dráttinum um tríggjar flottar vinningar frá Búrøkt, í Dali og ToppRoss. Eisini fær flottasta myndin ein vinning. Tú kanst fylgja við tiltakinum og síggja myndir við at trýsta her.

Longu fitt av peningi komið inn
Brandur í Dali, formaður í Ríðisambandinum, sigur, at tað er stuttligt at síggja, hvussu ófør reiðfólk eru at bjóða seg fram og eisini at síggja, at tað longu eru komið fitt av peningi inn eftir bert fáar dagar.




Viðkomandi greinar