Bloggur

Stuttlig venjing á tveimum hjólum

Hevði ætlað mær at farið ein rennitúr hósmorgunin, men tá ið eg sá súkklurnar standa klárar uttanfyri – eftir at maðurin hevði grivið tær fram, so at siga úr gloymskunnar havi – so blivu sonurin og eg samd um at fara og royna okkum á tveimum hjólum einaferð aftur.
11.08.2020

“Tað er, sum at súkkla …
… tað gloymir tú ikki aftur, um tú einaferð hevur lært tað – kroppurin og heilin minnast“. Hetta hoyra vit ofta, um vit skulu gera okkurt, sum vit ikki hava gjørt leingi – og eg mátti ásanna, at tað passar – í hvussu so er, tá tað kemur til at súkkla.

Sum at skriva við vinstru hond
Vit fóru avstað, byrjaði við tungari mótbrekku, síðani slætt og so undanbrekka. Tá fann eg knappliga út av, at eg altíð havi høgra bein fremst, tá súkklan trillar. Og tað ber ikki til! Tað má vera javnvág í, so nú royndi eg við vinstra beini fremst – uha, tað kendist løgið! Sindur sum at skriva við vinstru hond – nógv meira skinklut og ótrygt! So tað bleiv ein av avbjóðingunum á túrinum, tí tað er sera umráðandi at royna at styrkja og menna bæði vinstru og høgru helvt av kroppinum.

Vit høvdu ein rættiligan lættan túr oman í Hoydalar og eftir gøtunum oman á Boðanes, har vit hildu ein steðg og nutu útsýnið yvir Nólsoyarfjørð og heimsins bestu oyggj.

Pulsurin í topp
Men so skuldu vit heim aftur, og nú vóru nógvar mótbrekkur. Yviri við Strond gekk heilt ókey – har gongur meira oman og niðan, men so niðan eftir Jónas Broncks gøtu og haðani yvir á Djóna í Geils gøtu og niðan til Eystuskúlan. Og eg skal lova fyri, at pulsurin kom upp – huff, tað var strævið! Hjartabankan, ringt við at anda, vaml og sveittabrot – kundi næstan ljóðað sum Korona! Men hetta var bara støðan eftir avbjóðandi túrin niðan til Eystuskúlan, har eg mátti av súkkluni og leiða nakrar ferðir. Hugsaði um, tá vit vóru børn og súkklaðu frá „Jørnhandlinum“ í Varðagøtu og heilt niðan í Sílagøtu – ein looong mótbrekka, men tað kendist ikki so hart – tá!

Vánalig konditión
Haldi meg sjálva vera soleiðis rímiliga væl fyri – geri eitt sindur av styrkivenjing, yoga, ríði, sópi o.t., men konditiónin – gudforbarmiseg – har skulu aðrir bollar á suppuna, tað havi eg funnið útav.

Minst líka gott at súkkla, sum at renna
Havi nú lisið eitt sindur um súkkling samanborið við renning – og har er nógv gott at lesa. Eitt nú, at tú brennur eins nógv við at súkkla í ein hálvan tíma, sum tú gert við at renna í ein hálvan tíma – men tá skalt tú væl at merkja trampa væl í pedalirnar. Tað er heldur ikki so hart fyri liðirnar at súkkla, sum tað er at renna, tí tú sleppur undan stoytum upp gjøgnum kroppin. Tað er nærum bara, um tú dettur ella verður árend, at skaðar standast av súkkling.

Nakrar leinkjur:
Hevur tú hug at lesa meira um fyrimunir við at súkkla, so trýst á leinkjurnar niðanfyri.
https://www.berlingske.dk/det-sunde-liv/derfor-skal-du-cykle-i-stedet-for-at-loebe  
https://videnskab.dk/kultur-samfund/10-gode-grunde-til-at-cykle
https://videnskab.dk/krop-sundhed/cykling-arbejde-helbred-effekt

Her er eitt stuttligt og áhugavert videobrot, har ein maður roynir seg á eini súkklu, sum snarar til vinstru, tá tú stýrir til høgru! Tað er ikki bara sum at siga tað!
https://mandesager.dk/transport/cykler/backwards-brain-bicycle/