Bloggur

Uppá hestin aftur

“Op på hesten igen”, siga danir og tað skuldi eg jú - og eg var so bangin fyri at eg fór at blíva bangin, tá eg skuldi upp á aftur.
06.12.2020

“Jú, kom tú endiliga”, segði altíð hjálpsama og blíða Jacklin hjá Berg Hestum, tá eg ringdi og spurdi, um eg kundi koma niðan og bara líka royna at sita á einum rossi aftur - áðrenn regluliga venjingin á ríðiskúlanum byrjaði aftur um hálvan september.

Ryggbrotin í 3 mánaðir
“Liggur tú ryggbrotin aftan fyri eina hurð?” spurdi skemtiligi beiggi mín fyrst í juni, tá hann ringdi at fregnast, hvussu til stóð. Minnist ikki akkra, hvør tað nú var, sum lá ryggbrotin aftan fyri eina hurð - men setningurin er úr onkrum gomlum ævintýri. Mátti so siga honum, at ryggbrotin var eg - lá tó ikki aftan fyri eina hurð, men í bleytu sofuni við fjarstýring, fartelefon og eini ringiklokku á borðinum. Klokkuna hevði sonurin givið mær - og so kundi eg bara ringja, um tað var nakað, hann skuldi geva mær - fitt!

Orsøkin til brotna ryggin var, at eg var dottin av mínum fitta gangara, Stormi. Vit komu ríðandi niðan á kappríðingarbreytina - á veg til undirvísing hjá Berg Hestum fyri skjótt 4 mánaðum síðani - tá mín annars ofta kanska heldur dovni hestur gjørdist kløkkur av onkrum og sprakk avstað oman eftir breytini. Royndi at steðga honum, men tað riggaði ikki rættiliga, so hugsaði eg: “Gott er, vit renna bara, hann steðgar fyrr ella seinni”. Men tá vit nærkaðust Berg Hesum sneiddi hann knappliga oman eftir eini lítlari gøtu, sum er millum breytina og vegin - og har fleyg eg av - niður í vegin og so út av vegnum og oman í grasið…

Av, av, av - ambulansa, sjúkrahús, kannast, skannast, røntenfotograferast osfr. Rossafólk eru týpiskt mest ørkymlað um, nær tey kunnu ríða aftur, so fyrsti kanska býttisligi spurningurin hjá mær, meðan eg lá har á børuni, var: “Hoyr tit, kann eg fara á ríðiferð í Íslandi um 3 vikur - ja, ha????” Men gakk, brotnan rygg-geisla, ilt í nakkan og grúuliga ilt í knæið, so eg mátti skjóta ein hvítan píl eftir at ríða í Íslandi - men eg fór tó við til Íslands - meira um tað eina aðru ferð. Teir næstu tríggir mánaðirnir gingu við at ganga við korsetti og mest møguligt binda frið.

Upp á hestin aftur!
“Op på hesten igen”, siga danir og tað skuldi eg jú - og eg var so bangin fyri at eg fór at blíva bangin, tá eg skuldi upp á aftur. So eg var so sera spent, tá eg fyri umleið trimum vikum síðani endiliga aftur kundi lata meg í ríðiklæði og fara niðan til Jacklin at royna meg - og góða ríðivinkan, Rannvá, var so fitt at koma við sum stuðul!

Og eg var SLETTIS ikki bangin! Sum eg var glað! Aftur at sita á rossabaki - ein so herlig kensla! Ryggurin og knæið brokkaðu seg eitt sindur, men onki at tosa um. Eg reið eina løtu runt í høllini á fitta og mjúka Garpi - og gleddi meg bara til næsta ríðitíma.

Ríðing við eggum!
Vit hava nú verið tvær ferðir til undirvísing síðani - og seinast hevði okkara dugnaligi venjari, Elisabeth, funnið uppá, at vit skuldu ríða við ráum eggum í hondini - og sjálvandi helst uttan at missa ella bróta eggini! Hetta fyri at læra okkum hvussu leyst/fast, vit skulu halda í teymunum og fyri at vit skuldu læra at slappa av í ørmum og akslum. Ofta hava vit hug at sita og spenna og so læsast vit í kroppinum og gera alt verri fyri okkum sjálv, ríðingina og rossið. Ein góður og læruríkur tími - og onki egg brotnaði!