Bloggur

Ven uttandura

Tað er nærum sjálvsagt at renna úti um summarið, men aðrar venjingar kunnu eisini saktans gerast uttandura. Her eru 5 góðar orsøkir til at venja úti.
10.12.2020

1. Tú nýtur venjingina meira
Fólk, ið venja úti, kenna seg betur til passar og njóta venjingina meira, vísa kanningar. Fleiri orsøkir eru til tað, men ein er, at umhvørvið uttandura eru bæði vakrari og fjølbroyttari enn veggirnir í venjingarmiðstøðini. Njótingin er ikki at kimsa at, tí jú meira tú nýtur venjingina, tess størri eru sannlíkindini fyri, at tú heldur fram við at venja.

2. Tú venur í longri tíð
Tá farið verður út um at venja, vísa kanningar, at vit hava hug at venja í longri tíð. Tú kennir tað helst frá tær sjálvari, tí tá tú ert komin út um, leggur tú til merkis, hvussu deiligt tað er og hevur nærum ikki hug at fara inn aftur.

3. Blóðtrýstið lækkar
Frísk luft og grønt umhvørvi eru góð fyri blóðtrýstið. Ein avstralsk kanning vísir, at 30 minuttir um vikuna í eini park ella einum skógi kunnu lækka vandan fyri at fáa ov høgt blóðtrýst við 9%. Rørir tú teg so harafturat, soleiðis at pulsurin kemur upp, er eyka bonus at heinta hjá blóðtrýstinum. Her heima hjá okkum skulu vit ikki langt fyri at koma til okkurt grønt øki, so tað er bara at fara avstað.

4. Tú fært tað betri sálarliga
Náttúran ger okkum rólig og minni strongd og uttandura venjing kann økja um hetta. Kanningar vísa, at fólk, ið venja úti, kenna seg minni ill og tunglynt.

5. Tú sparir pening
Tað er ókeypis at venja úti, so teir pengarnar, tú sparir við ikki at fara í venjingarmiðstøð, kanst tú brúka til at forkela teg sjálva við onkrum nýggjum venjingarklæðum. 

Hugskot til venjing úti
At renna og súkkla eru sjálvsagdir mátar at venja úti. Men annars ber væl til at venja alt møguligt, uttan nakra útgerð, so sum squats og lunges, armboyggingar niður á ein bonk, traðka upp á ein bonk ella ein stein, sprellimenn, høgar beinlyftingar og hælspark á staðnum, ein planka í grasinum – ella brúka uttandura venjingarútgerðina, um nøkur er í tínum heimbýi ella – bygd.

Kelda: iform.dk