Bloggur

„Vit eru blivnar bitnar!“

„Oyjússus, av hvørjum???“ spurdi ein onnur 'havfrúgv', púra forfard, tá ið besta barndómsvinkan og eg vassaðu upp á land hendan fagra mánamorgun í Sandagerði.
01.11.2020

„Nei, nei, ikki av nøkrum livandi, men av at svimja á sjónum“, skundaðu vit okkum flennandi at greiða frá. Vit tora nú at siga, at vit 'plaga' at svimja á sjónum – hava nú verið so mikið ofta, at tað kunnu vit væl loyva okkum, halda vit.

Undrast hvørja ferð
Fyrstu ferð, Joan og eg lupu á sjógv var á Malarenda í Nólsoy á Ovastevnu fyri tveimum árum síðani. Í fjør vóru vit nakrar heilt fáar ferðir, m.a. einaferð í Bø, og annars í Sandagerði. Men í summar hava vit verið so mikið ofta, at vit hava mist talið. Og hvørja ferð undrast vit báðar á, at VIT, sum eru heimsins størtsu kuldakrákur, skvatla – og enntá svimja – runt í Atlantshavinum, akkra sum onki!

Alt er í høvdinum
Tær fyrstu ferðirnar dyppaðu vit meira enn at svimja. Vassaðu spakuliga eitt petti út, so inn aftur, gníggja sand á nú pink-litt lør og armar, og so út í aftur – hesa ferð vassaðu vit eitt sindur longri út – og so ‘om igen’.
Enn vassa vit spakuliga út, men hava líkasum fingið okkum eina mantra, har vit siga við okkum sjálvar: „Alt er í høvdinum, kroppurin tolir hetta væl! Vit klára tað!“ Og tað riggar! Nú vassa vit út, svimja inn, skrubba við sandi, svimja út og svimja inn, fáa okkum kanska ein drekkamunn, so útí aftur, svimja út og innaftur. Og tað er SO lekkurt! Gevur eitt ordiligt 'kick'!
Royni eisini at brúka mantra, tá ið eitt tarablað kanska knappliga kínir eftir beininum, uff! Tari er ikki akkra tað besta, eg veit (uttan tá ið hann er rullaður rundan um ein lekran sushi-bita), men eisini har royni eg at siga við meg sjálva, at tari er heilt ókey og ikki vandamikil!

Yvir 100 svimjitøk
Hendan ótrúliga góða mánamorgunin í august royndu vit nýggjar leiðir og vassaðu heilt út til grótið, sum stingur upp úr sjónum yvir ímóti Argjalandinum. Og so svumu vit allan vegin yvir til har, sum vit plaga at skifta – ímillum grótið tætt vit træbreytina, sum gongur frá vegnum og nakað oman á sandin. Eg taldi yvir 100 svimjitøk – tað mesta higartil. Veðrið var eisini av tí allarbesta – stilt í sjónum og lýtt á landi.

Tær heilt garvaðu
Tá vit vóru á veg avstað, vóru tær heilt garvaðu komnar oman. Tær svumu og gjørdi vatnfimleik og stóðu so fittar á rað og skrubbaðu hvørja aðra við sandi. Heilt nógvar vóru henda morgunin – og allar so glaðar, prátingarsamar og samdar um, at havsvimjing er reint balsam fyri sálina!

Tú kanst lesa meira um nakrar av fyrimununum við havsvimjing við at trýsta her