![5 plantur, sum trívast í baðirúminum](https://kvinna.cdn.fo/savn/phnlcgmo/plantur-a-vesinum.jpg?width=1200&height=680&rmode=crop&s=Hn0y5A2RK6NSgsE2_-0QSgrD1QM)
5 plantur, sum trívast í baðirúminum
Tær skapa hugna og geva eina kenslu av vælveru, so lat okkum eisini bjóða plantunum inn í baðirúmið. Vel plantur, sum trívist í skugga, nógvum hita og nógvari luftvætu.
Hangifika – planta, ið klintrar og hevur smá rund bløð, sum sita tætt. Er sera væl hóskandi at standa á einari hill og prýða í baðirúminum.
Kaktus – flestu katussar skulu hava minimalt av vatni, men dáma væl nógva luftvætu.
Guldranke – hóast henda klintriplantan við uppruna í Asia trívist væl í ljósi, so er hon harðfør og kann saktans standa í einum rúmi uttan sólarljós. Tá veksur hon tó ikki eins skjótt, sum á einum ljósum horni í stovuni.
Friðarlilja – hon er kend fyri at vera avbera góð fyri inniluftina, og trívist væl í einum rúmi, har ikki beinleiðis sólarljós er, men hevur tú eitt vindeyga á vesinum, so hevði henni dámt væl at staði har.
Orkide – hon er ein regnskógarplanta, so hon hóskar væl til vátliga og heita umhvørvið á baðirúminum.