Byrja summarið í vindeygakarminum
Býlið

Byrja summarið í vindeygakarminum

Droymir tú um vakrar blómur ella grønmeti úr havanum, nú summarið nærkast? So er tað nú, at tú skalt royna teg við forspíring. Vit hava savnað saman fimm góðar tummilsreglur.
Eftir: Vár Jacobsen Mynd: Veitari 12.04.2022

Nýt altíð nýggja mold, ið er egnað til endamálið. Moldin úr havanum inniheldur ymisk føðsluevni, ið ikki eru góð fyri røturnar.

Les altíð ráðini aftanfyri á fræpakkanum. Her stendur nevniliga alt um tilgongdina hjá spíranum. Tó er gott at minnast til, at tað mesta av blómum og grønmeti eigur at verða forspírað í Føroyum, tí kuldin varðar longri út á várið.

Spírarnir trívast best í einum ljósum rúmi. Best er at vatna teir við sirmara í fyrstuni, og nýtir tú eitt mini-vakstrarhús, er gott at lata lúkuna gloppa - er ov nógv væta í luftini, kann rot koma í.

So hvørt sum planturnar vaksa, mást tú skilja tær og umplanta í nýggjar pottar, soleiðis at røturnar hava nokk av plássi. Væntandi er neyðugt at umplanta nakrar ferðir á hendan hátt.

Tá veðrið er betri og planturnar eru til reiðar at fara útum, mást tú geva teimum tíð at laga seg eftir umstøðunum. Stilla tær út tá ein sólglotti er, og tak tær innaftur tá tað myrknar - endurtak mynstrið í eina viku.

Prei!

Royn teg við teimum amboðunum, tú eigur inni. Pottarnir kunnu gerast úr avísum ella mjólkapakkum, og tú kanst herma eftir eginleikunum hjá vakstrarhúsinum við at nýta plastposar, húsarhaldssfilm ella glasíløt.