Ein snúgvandi summarblóma - sum prýðir og kann etast
Býlið
Ein snúgvandi summarblóma - sum prýðir og kann etast
Blomsturkarsi - vakurt í havanum, lekkurt á døgurðaborðinum, ótrúliga løtt at dyrka og veksur við rúkandi ferð.
Eftir: Birgith Lassen Myndir Veitarar 05.07.2023

Hendan plantan snýr seg aftur og fram og upp og niður og runt og allastaðni. Hon hevur tey flottastu grønu bløðini, sum síggja rættiliga tropisk út - sum eisini gevur meining, tí hon stavar úr Perú - og á ólavsøku fær hon gular klokkublómur. Hon verður ofta brúkt í matgerð og smakkar, sum navnið eisini leggur upp til, sum karsi.

Hendan plantan er uppløgd at sáa í havanum, um tú ikki fyrr hevur roynt teg við blomstrum. Hetta er næstan ein vissur vinnari, tí hon krevur hvørki sól ella ríka mold – hon klárar seg í skugga og vil í roynd og veru helst ikki hava ov nógva nøring.

Soleiðis dyrkar tú blomsturkarsa

At dyrka blomsturkarsa er ein løtt uppgáva – plantan setur eyðmjúk krøv og kann vaksa  í nærum øllum sløgum av mold og krevur ikki nakra ávísa staðseting í havanum. Tú kanst seta hana í bæði sól og skugga. Blomsturkarsi verður einar 20 sentimetrar høg og elskar at klintra - til dømis kanst tú fáa blomturkarsa at vaksa upp eftir eini vakstrargrind (espalier), sum antin hvílir móti vegginum ella er formað sum eitt portur. Tú kanst eisini dyrka blomsturkarsa í eini takrennu, sum er skrúvað á veggin – so fært tú plantuna at vaksa niðureftir, og tú fært ein heilan blomsturvegg. Blomsturkarsi trívist eisini væl í krukkum og beðum, men breiðir seg skjótt og sáar seg sjálvur, so um tú ikki vilt hava hana at taka yvir allan urtagarðin, so skalt tú taka fræini (sum kunnu súltast og etast sum kapers).

Blomsturkarsi verður einar 20 sentimetrar høg og elskar at klintra - til dømis kanst tú fáa blomturkarsa at vaksa upp eftir eini vakstrargrind (espalier)

Forspíring
Forspíra blomsturkarsa í mai, juni ella juli og set út, tá plantan er umleið 15 sentimetrar høg. Tá tú plantar tær út, skalt tú hava 30 sentimetrar millum hvørja plantu.

Sáa beinleiðis út
Tú kanst eisini sáa beinleiðis út í tínar krukkur ella beð. Blomsturkarsi tolir als ikki frost, so tú skalt aldrin sáa hana úti, fyrr enn allur vandi fyri frosti er av. Juli er eitt gott tíðarskeið í Føroyum, men tað kann eisini gerast í juni, um tú vilt seta hana niður aftur komandi ár.

Komandi ár
Blomsturkarsi er ein eitt-ára planta, men sáar seg sjálva, so tú fert óivað at síggja onkrar spírar næsta ár. Blomsturkarsi er lættur at flyta, so um hann hevur sátt seg á einum stað, har tú ikki vilt hava hann, so tekur tú bara upp. Annars kanst tú tryggja tær blomsturkarsa aftur komandi ár við at goyma nøkur fræ frá blómunum í ár. Tað góða við at goyma fræini heldur enn at keypa nýggj er, at tú við árunum fært eina plantu, sum er klimatiserað og hevur vant seg við okkara veðurlag og tí eisini er mótstøðuførari.

Tá tú tekur fræ
Um tú vilt taka fræ til matgerð ella bara til at seta niður komandi ár, so kanst tú antin taka tey úr blómuni, ella tú tekur tey upp, so hvørt sum plantan kastar tey av sær. Leita eftir tí flottastu plantuni við teimum flottastu blómunum og tak fræ frá henni til at seta niður næsta ár – so er stórur kjansur fyri, at tú fært eina eins vakra plantu aftur. Lat fræini turka í vindeygakarminum, áðrenn tú goymir tey burtur myrkt og turt til komandi ár.

Matgerð við blomsturkarsa

Tú kanst eta alla plantuna: bløðini, blómuna og fræið. Bløðini eru góð í salat, tí tey hava góðan konsistens og ein kantutan smakk, sum skapar eitt sindur av lívi í einum annars kanska smakkleysum salati. Tey eru eisini vøkur á smyrjibreyð og verd at minnast til, tá tú gert asiatiskan mat, tí tey nettupp hava ein eitt sindur kantutan smakk. Blomstrini kunnu prýða bæði salat, kakur og kunnu turkast til te ella kakuprýði. Fræini kunnu súltast og etast sum kapers.

PREI
Hugsa altíð føroyska veðurlagið inn, tá tú keypir fræ í handlunum. Á vegleiðingini stendur kanska, at tú kanst sáa beinleiðis úti í mai, men minst til, at vit ofta hava lambaspræn, sum hevur kava og kuldastig við sær, og tað tola teir skroypiligu lítlu spírarnir ikki. Tí er kanska snilt at leggja ein mánað aftur at donskum vegleiðingum. Ella fylgja ráðunum um aldrin at seta nakað út fyrr enn í juni í Føroyum.




Viðkomandi greinar