Einfaldi køkurin hjá við sjarmerandi persónleikanum
5 myndir

Eftir: 29.08.2025

Á Velbastað býr Heibrith Jakobsen saman við manninum Eyðsteini í húsum í einari hædd, sum tey lótu byggja fyri nýggju árum síðani. Heibrith hevur sjálv teknað húsini og síðan bygt tey saman við manninum og familjuni. Í hjartanum á húsinum er alrúmið, har køkurin og stovan smelta saman. Stóra rúmið er ljóst, opið og innbjóðandi - huglagið er eitt sindur boheme-kent, og skuldi Heibrith valt nýggjan køk í morgin, hevði hon valt júst sama køkin aftur. Tað er stílvíst, og tað sæst, at her er hugsað um hvørja detalju – smá nipsting siga ikki Heibrith nakað serligt, men í fjálga køkinum eru nógvir prýðislutir, sum fylla nógv í vavi.

Myndir
5 myndir

Hvussu vilt tú lýsa køkin?
Køkurin er einfaldur. Hvítt, træ og betong, tað er tað, sum gongur aftur hjá mær. Huglagið í køkinum er inspirerað av tí hugnaliga franska køkinum. Og samstundis sum køkurin er einfaldur, so ger betongveggurin hann ráan, og júst ta javnvágna dámar mær væl.

Hvør er leikluturin hjá køkinum heima hjá tykkum?
Køkurin hjá okkum er ein partur av alrúminum, sum er hjartað í húsunum, og tí vildi eg ikki hava, at køkurin fylti alt ov nógv og harvið domineraði rúmið, tí valdu vit ein einfaldan køk, sum er í samljóði við restina av rúminum. Staðseting ímóti innara vegginum er avgerandi fyri júst tað samljóðið, haldi eg.

Hvat ert tú serliga glað fyri í køkinum?
Eg havi eina stóra familju, og eg vildi hava eitt spísiborð, har nógv kunnu sita, men har eg og Eyðstein samstundis kunnu sita bara vit bæði uttan at kenna okkum einsamøll. Borðið er staðið, har vit savnast, tá vit øll eru saman, og so er tað so hugnaligt, at onkur líka kann detta yvir á sofuna og enn vera í sama rúmi sum vit. Men borðið er heilt vist miðdepilin í okkara húsi. Borðið er úr álmviði og er frá eini fyritøku, sum eitur Snowdrops, sum eg havi funnið á netinum. Eg leitaði helst bara eftir gomlum borðum á netinum, og so fann eg hetta borðið, sum er gjørt úr eini gamlari hurð úr Asia. Bonkurin er av sama merki.

Hvussu fært tú køkin persónligan?
Mær dámar ikki lidnar loysnir, og eg haldi, at tað er alt tað, tú leggur afturat, sum ger, at tú fært køkin persónligan. Lítil nipsting eru ikki akkurát eg, men mær dámar væl, at prýðislutirnir fylla nógv og hava ein serligan týdning.  Vit ferðast nógv, og eg havi dragsað alskyns lutir í øllum støddum og skapum við heim av Kreta, Bali og úr Spania.
Tá eg seti ting saman, kann eg standa í langa tíð og fáa tað til at geva rætta úttrykkið. Tá eg so finni tað rætta plássið til tingini, so verða tey ofta standandi.

Hvat hevur størstan týdning í køkinum?
Matskápið, sum er stórt, kann rúma nærum øllum, og tað eri eg sera glað fyri. Eisini staðsetingina av uppvaskimaskinuni, sum er til vinstru, tá eg standi við vaskið, og ruskskápið/skuffuna, sum er til høgru frá vaskinum, tað dámar mær væl.