– Tað er serliga stuttligt at eygleiða ymiskar stílar og litir, tá eg ferðist. Tá kann eg veruliga fáa íblástur allastaðni, men kynstrið er altíð at umseta íblásturin til mítt egna, sigur Eva Skeel Nolsø, sum saman við manni og synunum báðum býr í nýumvældum søguríkum húsum við óvanliga góðum útsýni oman á vesturbýin í Havn, har reyði tráðurin í innrættingini er heimliga og heita kenslan.
Úr hátalarunum inni í stovuni ljóma eyðkendu tónarnir úr deiliga viðkvæmu útgávuni ‘10 New Songs’ hjá Leonard Cohen, sum kom út fyri góðum tveimum áratíggjum síðani. Róligu, men myrku tónarnir fylla rúmið og leggja dámin hendan vakra, stilla sunnumorgunin, Eva Skeel Nolsø hevur bjóðað til kaffi, morgunbollar og býlisprát um tað nýggja og tað gamla – og alt harímillum.
Hvat? Sethús, har ovara hæddin er 100 m2 og niðara hæddin er 110 m2. Harav eru áleið 50 m2 íbúð og restin barnakømur, kontór og eitt vesi.
Hvør? Eva, Árni, og synirnir Gabriel og Christian.
Hvar? Í Grønulíð í Havn
Leonard Cohen hevur rúnarbundið løtuna, men eg fái ikki skúgvað til viks vakra hátalaran, tónarnir ljóma úr. Ein gráur, rundur, ullintur Libratone, sum eisini ljóðar fantastiskt. Er tað ullin á hátalaranum, ella er tað ljósagráu troldtekt pláturnar langt har uppi í tróðrinum, sum skapa góðu ljóðviðurskiftini? Óivað bæði!
– Vit kunnu hava 30 fólk inni, og tú hugsar ikki um larm, sigur Eva, sum hevur valt sama ráa, ljóðdempandi loftið við neutralum kastljósum til øll rúmini í húsunum.
Húsini hjá Evu og Árna standa í Grønulíð í Havn. Hetta eru eini næstan 60 ára gomul hús, sum hava eina drúgva søgu. Tað vistu Eva og Árni, tá tey valdu at keypa húsini í 2014 og síðani umvæla tey nøkur ár seinni – og tí er alt gjørt við virðing fyri húsunum. Húsini vóru bygd sum sethús, men vórðu síðani seld til Landssjúkrahúsið og brúkt til lækna- og leigubýli. Seinni yvirtók Landsverk raksturin av húsunum, og tey vórðu síðani leigað út til virksemi hjá Bláakrossi.
Tey vóru lesandi í Keypmannahavn, tá tey keyptu húsini. Og standurin var ivasamur. Tey gjørdu mest átrokandi umvælingarnar og leigaðu síðani húsini út, til tey fluttu heim og inn í húsini í 2016, áðrenn renoveringin byrjaði eitt lítið ár seinni.
Eva, Árni og dreingirnir búðu í kjallaranum, meðan ovara hæddin við køki og alrúmi, vásakøki, hjúnakamari og tveimum vesum varð renoverað. Klædningur, tún, terrassa, parkeringsøki og trappa vórðu eisini gjørd tá.
Í 2021 umvældu tey miðhæddina á sama hatt. Har eru tvey barnakømur, eitt kontór og eitt baðiverilsi á einu síðuni. Harumframt gjørdu tey eina lítla íbúð á umleið 50 fermetrar við egnari inngongd í hinum endanum av húsinum.
Íblásturin til umbygging og innrætting finnur Eva allastaðni. Á Instagram ella Pinterest, í filmum, sjónvarpsrøðum ella bløðum og tá hon vitjar onnur, í handilsgluggum ella í matstovum.
– Tað er serliga stuttligt at eygleiða ymiskar stílar og litir, tá eg ferðist. Tá kann eg veruliga fáa íblástur allastaðni, men kynstrið er altíð at umseta íblásturin til mítt egna.
Hóast eingin hurð er nakrastaðni millum høvuðsdyrnar og alrúmið, verður ikki veruliga latið upp, fyrr enn tú stígur longur innar gjøgnum støvbláu gongina. Tú skalt framvið einum vesi, klædnagoymslu, trappu og eini gongd, sum leiðir inn í hjúnakamarið, áðrenn tú kemur í alrúmið. Talan er tó ikki um meir enn eini trý-fýra fet. So ert tú har í alrúminum, har loftið uppi yvir køki og stovu er lyft heilar fimm metrar upp undir takið, har tað er hægst. Og tú sært beint oman á vesturbýin og út á Argir gjøgnum stóru gluggarnar, sum loyva sólini innar. Hesir 45 fermetrarnir eru hjartað í húsinum.