Fá ein vakran krukkuhava
Býlið

Fá ein vakran krukkuhava

“Krukkur er ein góður máti at skapa stemning í havanum, hóast tú hevur lítið pláss”, sigur Lív Petersen, tá vit hitta hana til eitt prát um krukkuhavar, føroyska veðurlagið og hugburðin til plantur í Føroyum.
Eftir: Birgith Lassen - greinin er gjørd í samstarvi við Bygma Balslev 07.06.2020

Lív Petersen er útbúgvin gartnari og starvast í garðsbúðini hjá Bygma Balslev. Hon ráðgevur í øllum frá at skera trø, halda plenu, val av plantum, tøð og røttu moldina.

“Eg standi fyri at keypa vørur inn til várið og summarið og syrgi fyri, at man fær alt, sum hoyrir til havan uppi í Garðsbúðini hjá Bygma Balslev”, sigur hon. Vit hitta Lív til eitt prát um krukkuhavar, føroyska veðurlagið og hugburðin til blomstir og plantur í Føroyum.

-“Krukkur er ikki altíð lættasta loysnin”, sigur Lív. Fyri at fáa planturnar penar, skalt tú leggja tíð og orku í krukkurnar”, leggur hon afturnat. Men tá tú fært tað at rigga, so fært tú fleirfaldað tað, tú hevur lagt í tað.

“Við einum krukkuhava í túninum, skapar tú trivað og gleði. Tá tú kemur heim frá arbeiði, verður tú møtt av vøkru sjónini av blomstrum í ymsum hæddum. Tað finst nokk eingin betur vælkoma.”

Samanseting av krukkum

Eitt gott hugskot er, at seta ein bólk av krukkum saman, sigur Lív. Keyp tríggjar krukkur í ymiskum hæddum og blomstir í somu nuansum fyri at skapa eina góða harmoni.

“Tað er øgiliga gott at halda seg til ein lit í einari krukku – ikki brúka tríggjar plantur í hvør sínum liti. Hugsa um harmoniina”, sigur hon. Tú skalt eisini hugsa um, nær planturnar blóma, um tú brúkar staudir – tí tá hevur tú okkurt at hyggja eftir nærum alt árið. Leykir kanst tú blanda uppí, so okkurt hendur í krukkuni longu frá tíðliga á árinum.

Fyri at fáa planturnar at trívast í krukkum, er tað umráðandi, at tað er gott dren í krukkuni, so regnið ikki fyllist rundaum um røturnar. 

“Eg plagi at brúka lecasteinar ein góðan triðing í botnin, síðani mold sum kann keypast við kálk og tøðum í. Og so skal plantan í”, fortelur Lív.

Val av plantum

Tað eru eingi mørk fyri, hvat tú kanst velja, tá tú plantar í krukkum. Tú kanst hava staudir,  sum koma aftur ár eftir ár, tú kanst hava summarblomstir, sum bara koma eina ferð og tú kanst eisini planta runnar.

“Hann blómar kanska fyrst í juni, so tá er gott at fylla krukkuna við leykum sum blóma fyrr á árinum. Men sjálvandi kanst tú eisini velja veturgrønar runnar, so tú eisini hevur okkurt at hyggja eftir um veturin”, sigur Lív. Tá skalt tú bara hugsa um at staðseta krukkurnar væl – hevur tú ein hava uttan sól, letur tað seg eisini gera, tí tað finnast plantur, sum trívast í skugga.

Staðseting av krukkunum

Summar plantur dáma væl sól og aðrar skugga – vel tínar plantur útfrá, hvar tú hevur pláss til krukkurnar. Hevur tú eina góða trappu við góðum sólargangi, so er frítt val á øllum hillum í garðsbúðini, flennir Lív. 

“Men føroyska vindin koma vit ikki uttanum – so hann mugu vit taka støðu til. Tað nyttar ikki at stilla eina krukku á einum húsahorni, tí tað er altíð vindur um eitt húsahorn”, sigur Lív og fortelur, at tað er umráðandi sum heild at verja krukkurnar fyri vindi regni. Stillar tú krukkurnar undir eitt hálvtak, trívast tær óivað best, men tá skalt tú allatíð minnast til at geva vatn.

“Man skal endiliga ikki halda, at krukkurnar eru lættasta loysnin – tær krevja, at tú flytir tær undan veðri og vindi, um tú vilt halda tær ordiliga penar”, sigur Lív.

Gev krukkunum mat

Summarblomstir eru vælumtókt, men tað er altavgerandi, at tú taðar summarblomstrunum, minnir Lív á.

“Tøð finnast í nógvum formum. Tú kanst brúka høsnatøð, tú kanst keypa liðugt tøð til krukkur, tú fært tøðtablettir at koyra í krukkuna, sum varir í 3-6 mánaðir, sum er lættasta loysnin”, sigur Lív og fortelur um kompostspannirnar, sum Garðsbúðin hevur bílagt í ár.

“Tá kanst tú kompostera tínar matrestir og so fært tú títt egna tøð til planturnar”, greiðir hon frá.

Tú skalt ikki hugsa um tøð, tá tað kemur til staudir og runnar. Tá skalt tú bara minnast at skifta 5 ovastu sentimetrarnar av moldi hvørt ár.

Ikki alt ber til, men nógv ger 

“Man skal aldrin siga aldrin”, sigur Lív, tá eg spyrji, hvat man skal halda seg frá í Føroyum.

“Í Føroyum er veðrið ein stór avbjóðing, men tað er nógv, sum letur seg gera hóast alt. Eg hoyrdi um eina, sum fekk 6 perur í fjør. So man skal ikki lata seg avmarka, haldi eg.”.
Men sjálvandi eru summar plantur, sum eru meir skotsikrar, enn aðrar og tá nevnir Lív Hortensia, sum er væl egnað til føroyska veðurlagið.

“Hon er vøkur, sær út av nógum og kann standa alt summarið. Tað snýr seg bara um at geva henni røttu røktina. Røktar tú rætt, kemur tú langt. Og veitst tú ikki heilt sjálv, skalt tú bara leita tær hjálp, har tú keypir planturnar”, sigur Lív at enda