Friðsæla á Præstø
18 myndir
Friðsæla á Præstø
Eftir: Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard 27.01.2021

Fuglasongur og suð frá høgu trøunum hoyrist á náttúruvøkru húsagrundini á Præstø. Langt burtur frá býarskundi í hesum friðsæla umhvørvi býr føroyska Jacobina Nordberg Petersen við familju. Húsini standa á eini gamlari grund, ið einaferð var ein bóndagarðstoft og mjólkavirki. Ein maður úr Nýsælandi keypti grundina, reiv alt niður og lat húsini, ið stóðu liðug í 2006, byggja.

Familjan hevur búð í teimum stásiligu sethúsunum í hálvttriðja ár. Saman við manninum, Martin Assentoft, hevur Jacobina tríggjar synir og eina dóttur: Steintór, Elias, Nóa og Liva. Martin er lækna­hjálpari, og Jacobina er dekoratørur fyri Mascot Workwear.

– Eg elski mítt arbeiði – eingin dagur er líka. Tað loyvir mær at møta nógvum ymsum fólki og vitja nógv ymisk støð. Heimakontórið, gev­ur ein ávísan smidleika og javnvág við familju­lívið eisini.

Vegna arbeiði gjørdi familjan av at flyta úr Bags­værd til Næstved-økið. Við fýra børnum er av­gjørt ein avbjóðing at finna eitt stað at búgva við fimm kømrum. Tey leitaðu eitt sind­ur uttan fyri Næstved og funnu sethúsini á Præstø. Jacobina og Martin vórðu burtur á staðnum.

– Vit vórðu so hugtikin av húsunum, at vit bjóðaðu upp á tey sama dag, sum vit sóu tey fyrstu ferð, sigur Jacobina og smílist. Men tað var ikki bara bara at flyta við fýra børnum millum 6 og 16 ár.

– Tað ringasta við at flyta var at taka børnini úr teirra vanliga umhvørvi. Tað er torførur ald­ur, børnini eru í, at taka frá vinum, ítrivi og skúla. Men tað var neyðugt. Flytingin gjørdi tó, at vit fingu meira luft í búskettið. So, sum eitt eitt slag av ábót, lovaðu við børnunum, at vit fóru at ferðast meira. Flytingin hevur givið okkum ráð at ferðast til Frankaríkis, Grand Canaria og Barcelona – og til Føroya síðstu jól. Tað hevur verið fantastiskt. Børn­ini eru lukkutíð fallin væl til rættis. Nú siga tey: „mamma, kunnu vit ikki heldur vera heima?“ Tey stórtrívast og hava ikki tørv á at reika runt og ferðast alla tíðina, sigur Jacobina.

Ljóst, rátt og fjálgt

– Húsið er reist eftir nýsælendskari for­skrift, greiðir Jacobina frá, meðan hon vís­ir myndir, ið eru tiknar undir byggingini. Mynd­irnar hevur hon hevur fingið frá fyrra eig­aranum.

Nógv byggitilfar er endurnýtt úr gomlu toftini. Vit halda tað vera umráðandi at vera trúgv mótvegis til­gongdini, ið húsini eru gjørd undir. Tískil hugsa vit okkum væl um, tá vit gera ábøtur og broyt­ingar. Tað skal hanga saman í tilfari og sniði fyri at varð­veita andan í húsunum.

Hóast húsini eru modernað og einans 12 ára gomul, er ein kensla av onkrum sermerktum, ið end­ur­nýtta til­farið er við til at skapa. Húsini eru ein góð samanrenning mill­um at vera opin og ljós, rá og fjálg.

– Undir tróðrinum hava vit bygt eyka gólvpláss uppí, sol­eiðis at Martin og eg kundu fáa eitt hjúnarúm undir væð­ingini. Pláss var eisini fyri, at eg kundi fáa eitt skriv­stovupláss. Hurðina til hjúnarúmið hava vit funnið í Genbyg. Hurðin er av tilvild ein gomul kirkjuhurð frá Samuelskirkjuni á Nørrebro, har Steintór varð doyptur, sigur Jacobina. Skrivstovuøkið hjá Jacobinu er opið mótvegis alrúminum, og har stendur ein rúgva av málningum, ið Jacobina sjálv hevur málað.

Úti í garaguni hevur Jacobina nevniliga innrættað sær eina málistovu. Hon hevur í eitt áramál tikið eina røð av skeiðum. Nú heldur Jacobina javnan skeið fyri øðrum eisini. Tá hon málar landsløg, knýtir tað seg ofta at heimlongsli til Føroya. Eisini málar hon abstraktar, ekspressivar málningar. Jaligar málningar við einum ljósum, bjørtum huglagi.

– Tá eg máli, missi eg meg burtur í tíð og stað. At mála er mær ein dýrabarur máti at ber mínar kenslur fram, greiðir Jacobina frá.

– Vit hava ofta tosað um, at vit áttu at keypt eini summar­­­hús. Men niðurstøðan er tann sama hvørja ferð: Okkara heim lýk­­ur longu teir tørvir, eini summarhús ofta geva, sigur Jacob­ina. Og júst so. Húsini liggja avsíðis, í skógarkendum øki. Havið liggur 100 m burtur frá húsunum. Einastandandi friðsæla.

Kvinna spyr kvinnu

Hvaðani fært tú íblástur?

Eg royni at fylgja við rákunum í lívsstílsbløðum. Mær dámar væl tað einkulta, lætta og ljósa skandinaviska huglagið. Somuleiðis havi eg ymiskt á sosialu miðlunum, eg fylgi við í. Instagram og Pinterest eru góð støð at finna íblástur. Eisini finni eg stóran íblástur í náttúruni og í teimum skiftandi árstíðunum. Eitt nú um heystið kann eg bergtakast av fjølbroytta litskiftinum.

Títt yndisstað?

Vit hava ein sera virknan gerandisdag við arbeiði, børnum og øllum ymsum ítrivi. So eg siti sjáldan still. Men tá eg so unni mær fríløtu, so seti eg meg niður í sofuna og taki mær stundir at njóta friðin, húsið og útsýnið til náttúruna. Gjarna afturvið einum góðum blaði og einum glasi av víni eitt fríggjakvøld.

Hvør er tín næsta verkætlan?

Vit hava altíð onkra lítla verkætlan í skjáttuni. Nú hava vit búð her í trý ár og hava varnast, at vit eru sera nógv uttandura. Serliga um summ­arið. Tískil ynskja vit at skoyta upp í útiøkið, so vit kunnu njóta havan og summar­kvøldini enn meir.

Hevur tú eitt gott prei?

Eg royni at gera okkara heim persónligt, sol­eiðis at tað passar til okkara og til húsið. Eg royni at seta innbúgvið saman við málningum og persón­ligum prýðislutum. Eg havi eisini keypt nógv brúkt, sum eg eri sera glað fyri. Finn tín egna stíl við at keypa lutir, tú fellur fyri so líðandi. Finn t.d. lutir, ið knýta seg at barn­dóms­minnum, og set tað saman við nýggjum lutum. Skift pútur og teppir við árstíðunum, sum kann geva eitt lítið lyft uttan at skifta alt út.

Myndir
18 myndir