Fyrsta hjálp til planturøkt
Býlið
Fyrsta hjálp til planturøkt
Plantur eru ymiskar og hava ymiskar tørvir, tá tað kemur til sól, mongd av vatni og staðseting – við fimm tumlareglum ber tó til at ansa øllum sløgum av plantum – sama hvør tørvurin er.
03.02.2022

#1 Nert við moldina

Tú kannar best moldina við at nerta við hana. Um moldin merkist vát, so er eingin orsøk at geva plantuni vatn – um moldin haraftur­ímóti er turr, skalt tú vatna. Sjálvsagt er tað umráðandi at syrgja fyri, at plantan fær nóg mikið av vatni, men ansa eftir ikki at geva henni ov nógv, tí so druknar hon. Tú vatnar best plantuna við at seta hana í vaskið, oysa vatn í krukkuna og lata hana standa í eitt korter.

#2 Stovuheitt vatn

Plantum dámar ikki kalt vatn. Tí skalt tú geva plantuni vatn, sum er beint undir lunkað – lat eina kannu standa frammi, so vatnið verður stovuheitt. Minst til aldrin at geva smáar mongdir av vatni. Tað fær røturnar at vaksa upp eftir vatni, og tað ger plantuna veika og fær røturnar at rotna.

#3 Hygg at plantuni

Ivast tú í, um plantan hevur tað gott, so hygg at henni: Um tú sært, at bløðini hanga ella eru gul og brún, so kann tað vera tekin um, at plantuni tørvar vatn ella tøð. Um moldin er rálig ella vát, so kann tað vera tekin um, at henni tørvar føðsluevni, ella at plantan hevur fingið ov nógv vatn.

#4 Tøð

Tað er umráðandi, at tú taðar plantuna í vakstrartíðini. So verður plantan stór, sunn og sterk. Tú fært burðardygt og vistfrøðilig tøð til stovuplantur í plantuhandlunum.

#5 Gul og brún bløð

Plantur kunnu, júst sum vit menniskju, fáa ov nógva sól. Um plantur, sum ikki tørva nógva sól, standa í einum suðurvendum vindeyga, so gerast tær ofta gular. Finn eitt nýtt stað til plantuna.




Viðkomandi greinar