Ger húsini summarklár
Býlið

Ger húsini summarklár

Summarið er endiliga her, og við sólini verður alt jú sjónligari – eisini dustið og skitturin, ið hevur goymt seg í myrkrinum. At fara undir høvuðsreingerð av heiminum krevur tíð og tol. Her fært tú 6 góð ráð til høvuðsreingerð heima.
Eftir: Eilen Anthoniussen / Mynd: Veitari 15.06.2020

Lítið er betri enn at koma heim til eini nývaskað hús, sum anga av reingerð. Og nú summarfrítíðin stendur fyri durum, er upplagt at seta sær fyri at rudda upp í skuffum og skápum, samstundis sum øll húsini fáa eina kerliga hond. Men høvuðsreingerð er tíðarkrevjandi og krevur ofta nógv arbeiði, áðrenn tú kemur til sjálva reingerðina. Niðanfyri fært tú nøkur góð ráð til at gera reingerðina skjóta og stuttliga.

Set tíð av
Vel ein dag, tú hevur frí ella set eitt vikuskifti av, og tryggja tær, at tú hevur tíð til at fara alt húsið í gjøgnum. Tað kann vera tíðarkrevjandi at fara í gjøgnum øll rúmini, ikki minst um tú hevur fleiri barnakømur at vaska. Tú kanst spara tíð við at fyrireika teg og rudda væl, áðrenn tú fert runt við dustsúgvaranum.

Góða útgerð
Kanna eftir, um tín útgerð er, sum hon skal vera, og hygg eftir, um tú kundi trongt til nýggjar tvøgur, klútar, handskar og vel tær eina væl angandi sápu. Kanna, um dustsúgvaraposin er fullur, og um tú eigur vesreins, vindeygapuss osfr.

Okkurt gott í oyruni

Ger reingerðina festligari við at seta tín yndis playlista á. Skrúva hart frá, um tú ert einsamøll heima ella set høvuðlurtið á. Tað er eisini upplagt at seta eina ljóðbók ella eitt spennandi poddvarp á. Royn t.d. hesi ymsu poddvørpini Nattens DronningAlt er nu ella Hej Søster. Øll poddvørp eru tøk á netinum og hjá veitarum sum Spotify, Politiken, DR og øðrum veitarum av poddvørpum.

Jú fleiri, jú stuttligari
Reingerð er ein perfekt uppgáva fyri alla familjuna. Hevur tú størri børn, er upplagt at fáa tey at hyggja eftir í sínum skuffum og skápum og fáa tey at skilja seg av við leikur, lutir og klæðir, sum tey ikki brúka longur. Soleiðis kanst tú um somu tíð læra børnini at rudda og gera reint, samstundis sum tit hava tað hugnaligt saman.

Mmmm, rein seingjarklæðir
Tá alt er luftað út, dustsogið og skúrað, og lendar og fingrar eru eymir av dagsins arbeiði, er prikkurin yvir i’ið at leggja seg í nýskift seingjarklæðir. Møguliga kundi tú trongt til eitt nýtt sett? Keyp eitt nýtt sett í lekkrari bummull í góðari tíð, so tú fært tíð til at koyra tey í vask og hanga tey út at turka, áðrenn tey verða tikin í nýtslu. Kenslan av at balla seg í nývaskað seingjarklæðir, sum eru tikin beint av snórinum, er einki minni enn himmalsk.

Løn tær sjálvari
Reingerð er stuttligt, men hart arbeiði. Og hart arbeiði skal lønast. Keyp tær sjálvari og tínum reina og vakra heimi eitt tyssi av blómum – nýfingnar ella turkaðar – blómur gera alt bara eina tonn betri. Ger tær sjálvari eina tænastu og løn tær sjálvari og familjuni við einari máltíð á matstovu ella bílegg tykkara yndisútvið. Tað hevur tú uppiborið.




Viðkomandi greinar