Ger summarreint saman við familjuni
Býlið
Ger summarreint saman við familjuni
Aftur í ár eru fleiri, sum halda summarið heima í Føroyum. Um so er, at økta orkan við frídøgum og hvíld leggur upp til eina góða summarreingerð av húsunum bæði innan og uttan, hevur Jóhanna Zachariasen, góðskuleiðari hjá Kemilux, góð ráð til, hvussu tað verður gjørt á bestan hátt.
Eftir: Anniku Kunoy Im / Lýsingagrein gjørd í samstarvi við Kemilux / Mynd: Veitari 23.07.2021

Tað er umráðandi at vaska eftir tørvi, og tørvurin er ymiskur alt eftir, hvussu nógv fólk eru í húsi. Fyrr í tíðini, tá húsini høvdu kolkomfýr, og alt var úr træi varð gjørt høvuðsreint tvær ferðir um árið, og tá varð hvør krókur vaskaður. Í hesum tíðum við koronu áttu vit at umhugsað at farið aftur til at gera høvuðsreint, tí bakteriur trívast í støvi og feitti.

– Tað tekur sjálvandi tíð at gera reint, men tað er als ikki neyðugt at gera alt sama dag. Til ber eisini at leggja nakrar dagar av í feriuni til høvuðsreingerð, og eru fleiri familjulimir sum hjálpast at, gongur tað skjótari, sigur Jóhanna Zachariasen, góðskuleiðari hjá Kemilux.

Gott er at rudda og dustsúgva væl, áðrenn farið verður undir at vaska, so tað er lætt atkomuligt. Best er at vaska eitt rúm í senn - kanska tað innasta - og at byrja í erva og vaska niðureftir. Skulu loft, veggir og gólv vaskast, byrjar tú við loftinum, síðani vaskar tú veggirnar og at enda gólvini, greiðir hon frá.

Tó er vert at hugsa um, at tey rúmini, sum vit brúka mest dálkast eisini mest. Hetta eru sum oftast køkur, spísistova og vesi, og hesi rúmini skulu tí vaskast oftari og onkuntíð við sterkari reingerðarevnum eisini.

Í  kømurum er ofta nógv dust, og tað er tí umráðandi eisini at minnast til at lufta dýnurnar út uttanfyri.

– Vaskar tú okkurt viðkvæmt, sum ikki tolir nógv av, ber eisini til at brúka uppváskisápuna Sitrón uppvask til vanliga reingerð, og er tað eitthvørt, sum er ordiliga feittut ella skitið, rigga S-1 Extra ella S-2 Extra uttan lit og anga ordiliga væl. Tað kann til dømis vera yvir eymhettuni, har nógv feitt setur seg. Hendan sápan hevur hægri pH virði, og hon skal tí bara brúkast av og á, har tað er gravskitið.

Hvør sápa er góð til gólv?

Sápan Gólvrøkt er sera góð til gólv so sum vinyl, linoleum og trægólv, sum eru lakkerað. Hon verður nýtt til at reingera og viðlíkahalda øll gólv uttan trægólv og gevur eina blanka og reina flatu. Sápan er eisini Fliðumerkt. Eru gólvini lútað, er betri at brúka sápuspønir.

Grønsápa er eisini góð til dagliga reingerð av til dømis óviðgjørdum viði, linoleum, klinkum ella flísum. 

Hvussu vaska vit best vesið?

Vesireins forðar bakteriuvøkstri og tekur burtur óreinsku og rust í kummuni. Dunkurin hevur ein háls, sum kann boyggjast, og sproytast væl upp undir kantin á vesikummuni. Síðani skal tað virka í 5-10 minuttir, áðrenn kumman verður væl bustað, og skolað verður niður.

Vesireinsið er eisini gott til kromkranar, sum verða bæði blankir og penir, tá teir verða vaskaðir við tí. Fleiri brúka eisini vesireins at reinsa fugur millum flísar ella á borðkantinum. Til baðikarið ber eisini til at brúka vesireins ella S-2 Extra. Minst bara til at hyggja at merkiseðlinum og blanda rætt.

Hvat er best til vindeygu innan og uttan?

– Glaspuss reinger allar blankar flatir og gevur blanka og vakra flatu uttan at gera strípur. Nýtur tú glasklútar, sleppur tú undan strikunum, sum ofta eru ein trupulleiki, tá vindeygu og spegl verða vaskað.

Hvussu við ókrúti og øðrum í túninum?

Til tún hevur Kemilux Gróðurreins við klor og Gróðurreins uttan klor. Bæði beina burtur grønan belegning uttanfyri. Tað, sum er við klori skal spulast burtur, meðan hitt kann liggja, til regnið skolar tað burtur. Umráðandi er tó at hyggja at merkiseðlinum og ikki lata tað sprutta á blómur og annan vøkstur.

H-80 er eisini serliga gott móti olju, feitti, tjøru og asfalti og øðrum, sum skal reingerðast uttandura, meðan Rustvask er gott til viðgerð av rustmislittum fløtum, málingafløtum, fløtum úr glasfipuri og plastikk.

Minst til:

Blandið ongantíð ymiskar sápur saman í somu sápublanding, og blandið ongantíð klor í nakra sápu, tí so kann klordampur standast burturúr.

Kemilux framleiðir øll nevndu reigerðarevnini