Tú skalt brúka
Blómur (tað eru ikki allar blómur, sum eru egnaðar, men royn teg fram)
Ein hamara
Klisturband
Pappír
Toy
Svarta tusj
Soleiðis gert tú
Set blómuna fasta á pappírið ella toyi við klisturbandinum. Um tú brúkar pappír, skalt tú ikki seta klisturbandið alt ov fast, tí tað kann skræða pappírið, tá tú tekur tað av.
Tak hamaran og slá niður á blomstrið soleiðis, at saftin smittar av á pappírið ella toyið.
Tak klisturbandið varliga av og lat tornað. Ansa eftir, at tú ikki skræðir pappírið.
Tá motivið er tornað – busta blomsturrestirnar burtur. Nú er tað upp til tín, hvat tú brúkar vakra blomsturmotivið til – møguleikarnir eru nógvir.