Heima hjá Mary-Ann Zachariassen byrja jólini spakuliga, tá ið hon loyvir sær at lurta eftir yndis jólalagnum síðst í oktober - og síðan byrja jólafyrireikingarnar av álvara í november. Endamálið er altíð hugni og ljós við plássi fyri bæði tí andaliga og tí materialistiska.
Fakta: Mary-Ann Zachariassen starvast sum lærari. Hon er gift Høgna, og saman eiga tey tríggjar dreingir; Kári, Reinaldur og Flóvin. Tey búgva í Fuglafirði.
Hvønn týdning hava jólini í tykkara heimi?
Ómetaliga stóran týdning - jólini eru tann høgtíðin, sum fyllir mest heima hjá okkum. Eg elski tann materialistiska partin, serliga at prýða og keypa jólagávur, men eg eri eisini sera tilvitað um, at tað ikki skal fylla alt. Átrúnaður fyllir nokk so nógv heima hjá okkum, og jólagleðin fyri meg er samansett bæði av materialismu og av evangeliinum. Undran, takksemi og gleðin av at geva er serliga nærverandi hesa ársins tíð. Jólatíð er familjutíð, so innbjóðingar, vitjanir og jólatiltøk eiga eitt serligt pláss á jólum.
Átrúnaður fyllir nokk so nógv heima hjá okkum, og jólagleðin fyri meg er samansett bæði av materialismu og av evangeliinum. Undran, takksemi og gleðin av at geva er serliga nærverandi hesa ársins tíð
Hvørjar serstakar jólasiðir hava tit?
Vit eru øll spent til at taka jólaprýðið fram, so tað er ein serligur dagur, sum bæði stór og smá gleða seg til. Eg plagi at skapa rætta hýrin áðrenn: jólatónleik for frá, og so koyrir tað. Vit hava nokk so nógv jólaprýði, so tað kann taka meir enn ein dag. Mamman er stjórin fyri jólaprýðið inni, og pápin uttanfyri. So hava vit eisini ein dag við jólabakstri. Onkuntíð saman við vinapørum við børnum og onkuntíð saman við familju, men tað týdningarmesta er jólakalendarin í sjónvarpinum!