Hjúkla um sovikamarið - vit geva tær góða ráð!
6 myndir

Eftir: Tóra Effersøe Mortensen Mynd Veitarar 22.11.2026

Hjúkla um sovikamarið og harvið tína egnu vælveru við at finna júst tað huglagið, sum hóskar til tín, tá tú skalt niður í gir og sigur góða nátt. Vit geva tær íblástur til nøkur av teimum tingunum, sum eru við til at geva sovikamarinum persónleika og stíl.

Myndir
6 myndir

Liturin
Mála ein vegg ella alt kamarið í einum frískligum liti. Grøn og blá litbrøgd virka sissandi og hóska tí sera væl til rúmið, tú svevur í.
Liturin á myndini eitur Iron Blue og er frá Jotun Lady - fæst hjá Colorama á Hálsi

Seingjarteppi
Eitt seingjarteppi hevur bæði eina funktión og prýðir um – og ger tað lætt at fáa sovikamarið at síggja ruddiligt út. Men minst til at reiða væl upp og kanska lufta dýnuna, áðrenn tú leggur seingjarteppið á, tí eftir eina nátt eru seingjarklæðini fuktig.
Seingjarteppi á myndini er frá fermLiving.

Náttborðið
Tú kanst brúka júst tað, tú hevur hug til, tá náttborðið skal finnast. Ein trækassa, eina lítla kommodu, ein vakran skammil ella eitt lítið skáp. Eitt frítthangandi náttborð er eisini ein loysn – lætta og einfalda sniðið, sum náttborðið hjá HAY hevur, hóskar væl til stílreina kamarið, har tú ynskir tær eitt náttborð til bókina, vatnglasið og vekjaran.
Náttborðið á myndini er frá HAY. Fæst í ymiskum litum.

Seingjarklæðir
Kenslan at fara til songar, tá reint er lagt á seingina, kennist sum rein vælvera. Viðmælt er at skifta seingjarklæðir í minsta lagi aðru hvørja viku – helst hvørja viku, og vaska tey á 60 stigum.
Seingjarklæðini á myndini eru frá Juna, 749, 95 kr. Fáast í Vøruhúsinum

Náttborðslamp
Ein náttlampa gevur hugna og skal geva tað ljósið, tú hevur tørv á, tá tú til dømis lesur eina bók ella kanska Kvinnu. Hugsa um, hvussu høgt tú heingir lampuna, jú hægri, tess breiðari lýsir ljósið – ein tummilsregla er, at lampan skal hanga 60-75 cm frá borðplátuni á náttborðinum.
Veggjalampa á myndini er frá Norlux, 449 kr. Fæst hjá El-in

Vakna av vekjaranum
Ein vakran vekjara í staðin fyri vekjaran á telefonini. Heilt vist eitt gott hugskot, tí øll gransking vísir, at bláa ljósið frá telefonin ikki er gott, tá tú fert í kamarið við tí endamáli at sovna, og við vekjaranum á borðinum, kanst tú trygt lata telefonina liggja í køkinum, so hon ikki lokkar á náttborðinum.
Vekjarin á myndini er frá Arne Jacobsen (Rosendahl)