Hvussu ofta skiftir tú handklæði?
Býlið

Hvussu ofta skiftir tú handklæði?

Handklæðini og borðlappin tola nógv í tí dagliga, men kunnu eisini vera herviligar smittukeldur. Munur er tó á borðlappanum og handklæðnum.
Eftir: Eilen Anthoniussen / Myndir: Veitarar 10.06.2019

Vit eru ivaleyst fleiri, sum ivast í, hvussu ofta tað er rættast at skifta okkara borðlappar og handkløð út. Ein vanligan dag leggur ein borðlappi kropp til matleivdir og vætu av ymsum slagi, skiftandi hendur og flatur, og kann tí skjótt gerast ein rættilig bakteriubumba.

Sambært samrøðu, sum Alt for damerne hevur gjørt við serfrøðing innan reinføri, er tað ymiskt, hvussu leingi handkløð og borðlappar halda seg rein. Til dømis kunnu baðihandkløðini halda sær rein upp ímóti eini lítlari viku.

- Men tað er treytað av, hvussu rein tú ert, tá tú nýtir handklæði. Vaskar tú tær væl um allan kroppin, er eingin vandi fyri smittuspjaðing. Men vaskar tú tær ikki ordiliga, er vandi fyri smittu sum eitt nú ekolibakterium, sum tú kanst gerast sjúk av.

Fyri at leingja um nýtsluna av handklæðnum, er tað ikki líkamikið, hvussu tú turkar tað, tá tú ert liðug við tað.

- Ansa eftir ikki at hanga tað soleiðis, at tað verður rukkað saman, soleiðis at møguligar bakteriur fáa gróðrarlíkindi. Bakteriur trívast jú best í vátum umhvørvi.
Royn og hong tað upp, so tað hongur slætt, og tveit tað í vask, um tað byrjar at lukta.

Borðlappin og handklæði til hendurnar
Meðan baðihandklæðið kann halda sær reint upp ímóti eini heilari viku – treytað av, at tað verður hongt rætt upp at turka eftir nýtslu – eru krøvini til borðlappan og handklæðið til hendurnar munandi strangari. Hondreinføri hevur sera stóran týdning fyri okkara heilsu, og tí eiga vit at ansa serliga væl eftir handklæðnum til hendurnar.

- Vit deila ofta handklæðini við onnur, og tað er ymiskt, hvussu væl vit vaska okkum um hendurnar, tí eiga vit í veruleikanum at skifta handklæðið út hvønn dag. Handklæðið til hendurnar eru herviligar smittukeldur fyri krím, hosta og beinkrím.

Tá tað kemur til borðlappan, skulu vit somuleiðis vera varin.

- Tá tað snýr seg um matvørur, skulu vit vera eyka varin við reinføri. Tí er skilabest at skifta borðlappan út dagliga, og líka sum við baðihandklæðnum, er best at hanga borðlappan upp at turka, tá vit eru liðug við hann. Men áðrenn tú hongur hann upp at turka, skalt tú minnast til at skola hann væl við so heitum vatni sum gjørligt. Tveit ongantíð ein vátan borðlappa í vaskið, og minnist tú til at skifta hann út dagliga, sleppur tú undan nógvum óneyðugum bakterium.