Instagrammarin: At kenna hvønn seym í húsinum er nakað heilt serligt
Býlið
Instagrammarin: At kenna hvønn seym í húsinum er nakað heilt serligt
– Tað tekur tíð og tað koma at vera dagar, tú ikki tímur meir, men hang í! At kenna hvønn seym í húsinum er nakað heilt serligt. Í síðsta enda, er tað alt stríðið vert, sigur Hanna á Brúgv, sum her veitir okkum innlit í húsabyggingina, hon og maðurin leggja nærum alla teirra orku í.
Eftir: Kvinnu 05.12.2022

Á Kvinnu fara vit komandi tíðina at varpa ljós á hugtakandi, inspirerandi, stuttligar ella øðrvísi Instagram-vangar. Hesu ferð hava vit fingið orðið á Hannu Stenberg á Brúgv, sum saman við manni sínum, Heðini, hevur stovnað Instagram-vangan húsabygging, har tey loyva okkum afturum leiktjøldini á Klingurstjørn 54, nú tey byggja síni egnu arkitekt-teknað sethús.


Hanna Stenberg á Brúgv er 28 ár, gift Heðini og saman byggja tey sethús í Havn

Hví stovnaði tú Instagram-vanga til húsabyggingina?
– Upprunaliga var vangin bara ætlaður til okkum bæði, har vit høvdu alla tilgongdina á einum staði, so vit kundu hyggja aftur á seinni. Men áhugin vaks, og skjótt løgdust fylgjarir til. Vit hildu bæði, at tað manglaði ein vangi, sum vísti tað ráu tilgongdina í eini setahúsabygging.  Á Instagram sært meiri av sofum og ljósastakum enn av bjálving og veggjaplátum. So halda vit eisini, at tey flestu tíma húsabygging - bæði kvinnur og menn.


Hvussu er at vera í slíkari byggitilgongd?
–Stutta svarið er, at tað er nógv. Tað er heilt ótrúliga nógv at hugsa um, nógvar avgerðir at taka og nógv at fara um. Tað er ringt at lýsa, tí samstundis sum hetta er tann strævnasta uppgávan, vit nakrantíð hava kastað okkum út í, so er tað so heilt ótrúliga gevandi, spennandi og læruríkt. Tað krevur ekstremt nógv disiplin, tolsemi, mót og vilja.

Hvat hava tit lært í tilgongdini?
– Vit hava lært óendaliga nógv innan bygging, men so sannliga eisini um okkum sjálvi sum persónar og sum par. Eitt, ið eg fann heilt skjótt útav var, at tað ikki er ein møguleiki at smæðast í eini slíkari tilgongd. Persónliga havi eg altíð verið typan, sum ikki biður um tilboð, ringir ella rykkir eftir øðrum... Men tað er væl og virðiliga broytt í dag, tí um tú ikki gert tað sjálv, so hendir einki. Eg havi ringt og skeldað um seinkingar, biðið um tilboð, skaffa fólk at stoypa, bílagt vindeyguni og mangt annað. Tað hevur avgjørt verið avbjóðandi, men tað gagnar mær nú, tí eg tori nógv betri 'smáting' sum eg renni meg í í gerandisdegnum.



Hvar fært tú sjálv íblástur til tíni hús?
– Alla møguliga staðni. Eg og Heðin hugsa nógv um, hvussu tað sær út, og kanska vit hella meir til tað estetiska enn tað praktiska. Tað kemur heilt sikkurt av, at vit bæði eru handverkarar og elska smáar detaljur, vinklar og at tað er ein reyður tráður ígjøgnum alt húsið. Vit fáa nógvan íblástur til húsini frá Heðinsa faki, tí hann hevur arbeitt sum timburmaður í skjótt 16 ár. Tað er alt detalju-arbeiðið hann putlast við, sum ger húsini serstøk. Okkum dámar eisini væl arkitekt-teknað hús. Hetta serkenni ein arktitektur setur á og eygað hann hevur fyri smáum men sigandi detaljum um sólarljós, innrættan og at tað er stílfult. Tað er list, og vit eru ótrúliga hugtikin av tí.

 

Hvør hevur sniðgivið húsini?
– Okkara hús eru tekna av Palla Gregoriussen arkitekti. Palli var 87 ár, tá hann teknaði húsini hjá okkum. Alt er teknað við hond, blýanti og pappíri. Einki 3D ella nakað sum gekk fyri seg á teldu.
Tað var ein uppliving, vit ikki vildu verið fyri uttan. Hann gav okkum nógvan íblástur.
Hansara vitan og royndir, hvussu man fær hetta wauw upplivilsi í einum húsum, hvussu vit útnitta plássi o.a endavendi okkara ætlan við innrættan. Vit fullu pladask fyri hansara uppskoti.
Vit eru sera takksom fyri hann tók okkum inn, tí okkara hús eru nemliga tey allarsíðstu húsini sum Palli teknaði liðugt, áðrenn hann andaðist í 2021.


Hvørji ráð hevur tú til onnur í somu tilgongd?
– Eitt gott ráð er eisini ikki bara at hava planir, men at planleggja, og hav tol í tilgongdini, tí alt tekur tíð og sum oftast longri tíð enn ætlað. Hav virðing fyri handverkinum, tað verður tú glaðari fyri aftaná.
Tað er gott at hava hvønn annan, tí tað hava verið tíðarskeið, har vit til skiftis hava hálað hvønn annan út at arbeiða um kvøldarnar. Býtið uppgávurnar millum tykkara og rúma og lofta hvørjum ørðum, tá tað er serliga strævið. At lætta um við einum uppkalli, bílegging av ymiskum ella okkurt annað smáting kann hjálpa hinum ótrúliga nógv. Tú fært orku av at síggja hin hava yvirskot, og tað smittar. 

– Til tíðir hevur verið avmarkað, hvat eg - ið ikki eri útlærdur hondverkari - havi fingið gjørt av timburarbeiði, men tá havi verið moralskur stuðul, keypt døgurða, ruddað, koyrt skrell, hildið í og rættað Heðin amboð. Alt hjálpir. Og tað er altíð hugaligari at hava ein at snakka við enn at standa einsamallur.
Men eg tori væl og vil gjarna royna nýggj ting allatíð. Heðin hevur eisini tikið sær tíð at læra meg ymiskt. Tað er fantastiskt at læra hvussu eini hús eru sett saman. Heilt frá undir øllum grótinum til upp á dúkin á takinum. Eg verði enn líka imponerað av tilgongdini og havi aldrin havt so stóra virðing fyri handverkarum sum nú... ótrúligt tað er kompliserað, fínpussað og hart fyri kroppin. Imponerandi!

– Eitt skalt tú bara vita, og tað er, at tað er strævið. Tað tekur tíð og tað koma at vera dagar, tú ikki tímur meir, men hang í! Tá hugsi eg altíð, at eg eri priviligerað at hava hendan møguleikan at vera við til at byggja okkara egna dreymaheim. Og vit eru so góð við húsini, longu áðrenn tey eru liðug. At kenna hvønn seym í húsinum er nakað heilt serligt. Í síðsta enda, er tað alt stríðið vert.




Viðkomandi greinar