Jól í Leirvík: Stórsligið og stásiligt
16 myndir

Jól í Leirvík: Stórsligið og stásiligt

Eftir: 24.11.2019

Vit vitja hvíta, stórsligna heimið í Nýggjagerði í Leirvík, sum ber brá av stóru og stásiligu heimunum, sum vit kenna tey í Beverly Hills.

Tá ið tú traðkar innar í býlið hjá Silvurlín og Magnusi í Leirvík, er tað sum at koma innar í ein amerikanskan dreym. Í nýggju sært tu nógvar myndir úr spennandi býlinum.

Luksus country stílur

Stóra svarta úthurðin er prýdd til jóla og nýggjárs. Innanfyri er stór gongd, har opið er næstan heilt upp undir tróður. Serliga er tað trappan, sum fangar eygað beinanvegin. Stóra, svingandi og imponerandi trappan við hvítum gelendara og myrkum trinum, har klárar led ljósketur eru feldar inn í hvørt trin. Trappan gongur heilt úr kjallaranum og upp á loft. Fram við gongini á loftinum heldur trappugelendarin áfram til sjónvarpsstovuna undir vakra stjørnuhimmalinum.

Tankin um at vera í Beverly Hills spøkir aftur, og tú væntar eina Desperate Housewife koma ímóti tær. Men als onki Desperate er yvir jarðbundnu og eyðmjúku lærarinnuni Silvurlín.

– Tá tú byggir tíni egnu hús, so ert tú ikki greið yvir alt, tá tú byrjar. Hugskotini koma so hvørt. Tá er gott at hava góðar handverkarar, sum arbeiða væl saman, greiðir Silvurlín frá.

Myndir
16 myndir