Køksprát í bláa køkinum í Vági
Vit hava verið á gátt í hugnaliga køkinum hjá Biritu H. Olsen í Vági.
Her búgva: Birita Hermansdóttir Olsen og Rani Nolsøe Johannessen og børnini Gilli og Gyða. Hvar: Sethús í Vági, sum tey hava búð í síðan juni 2021. Køkur: Køkuin er av merkinum Aubo
Hvat hevur størstan týdning í einum køki?
Eg brúki serliga nógva tíð í køkinum í samband við bakstur og annað, so plássið hevur serliga stóran týdning fyri meg. Eg og maðurin hava búð niðri í trimum, ymiskum íbúðum - við køkum, ið hava verið sera lítlir og treingir. Tá ið vit planløgdu nýggju húsini, ynsktu vit okkum ein stóran køk sum tað fyrsta - við nokk av skápum, skuffum og borðplássi. Eg baki nógv, og havi tí nógva køksútgerð, ið krevur goymslupláss.
Hvønn leiklut spælur køkurin heima hjá tykkum?
Vit høvdu eyka nógv fokus á køkin, tá ið vit bygdu nýggju húsini. Tað hevði stóran týdning, at køkurin og stovan vóru stór og rúmlig – serliga tí at vit sum smábarnafamilja eru nógv saman. Vit valdu at leggja øll kømurni niðurundir og at hava opnan, stóran køk í miðhæddini, so børnini kunnu vera rundan um okkum, ímeðan vit gera mat o.a.
Hvat ert tú serliga glað fyri í køkinum?
Faktiskt eri eg serliga glað fyri bláa litin. Eg hevði frammanundan sæð ymsar bláar køkar á netinum, ið mær dámdi serstakliga væl, og eftir at hava hugt og vitjað showroom o.a., tóku vit avgerð um at keypa hendan bláa køkin í Vágs Timburhandli. Av tí at liturin er so myrkur og avdempaður ber væl til at innrætta restina av umhvørvinum við litum. Hetta hevði nokk ikki kunna latið seg gjørt, um vit valdu eina ocean-bláa farvu til køkin... Eg má ásanna, at tað tók eina løtu at sannføra mannin um, at blái liturin var tann rætti. Men tá ið vit høvdu bílagt, og køkurin var settur upp, var hann sera væl nøgdur - og kundi ikki hugsað sær nakað annað. Eg haldi, at eg tori at siga, at vit ongantíð verða troytt av hesari bláu farvuni, tí hon er so avdempað, tíðarleys og klassisk.
Eitt annað, ið eg eri sera glað fyri, er eymhettan, ið er fjald niðri í kókiplátuni. Vit kundu valt eina eymhettu, ið hekk úr loftinum, men tíbetur valdu vit einklu loysnina í staðin. Ein stór eymhetta hevði oyðilagt rúmið, og gjørt tað minni opið og innbjóðandi.
Les eisini: Lekkra moussekøkan hjá Biritu