Litfagra, livandi og ljósa heimið í Hósvík
15 myndir
Litfagra, livandi og ljósa heimið í Hósvík
Eftir: Annleyg Lamhauge / Myndir: Amy Hansen 31.08.2021

Tey eru heimsfjakkarar. Litfagra, livandi og fevnandi familjan í Hósvík. Asia, Afrika, Amerika og Evropa eru heimspartar, tey javnan ferðast í. Og í summar gongur leiðin til Avstralia. Hvørja ferð, tey eru á heimferð, eru kuffertini stúvstappað við lutum, sum sermerkja støðini, tey hava verið í. Ella hotellkømurini, sum tey hava búð í. Tey eru seks í tali í familjuni, so rúm er fyri nógvum í mongu kuffertunum.

Her búgva tey.

Heidi í Homrum, vinnuráðgevi í Trygd. Maðurin, Torleivur Clementsen. Tey eiga fýra børn, tríggjar synir og eina dóttur.

- Frá tí, eg var ein lítil genta, hevur mær dámt at innrætta. Eg plagdi at fáa designaramøblar frá foreldrunum at innrætta dukkuhúsið við. Til dømis prýddu Svanin og Eggið frá Arne Jacobsen mítt dukkuhús. Og líka síðani hevur innrætting fylt mínar tankar, og er tað ein góður mótpólur og ein daglig gleði, sigur Heidi.

Ein opinbering

Tá tú gongur teinin oman brekkuna til úthurðina, sum leiðir inn í sermerkta heimið í Hósvík, gerst tú bilsin. Stórt vindeyga er í hurðini, og tú sært ígjøgnum alt húsið, og fagra útsýnið út á víkina er longu bergtakandi. Dupulta hæddin í stovuni hevur eitt dupult sett av vindeygum, og samstundis sum útsýnið bergtekur, so floymir ljósið innar í stóra rúmið við litfagra innihaldinum, har ongin veggur er hvítur.

Dreymahúsini

- Vit fluttu inn í húsini í 2010. Upprunatekningin er eitt snið frá danska Nyt Hjem, har vit hava nýtt teirra plantekning. Birita Wardum, arkitektur, hevur síðani broytt tekningina eftir okkara ynskjum og føroyska veðurlagnum. Hon broytti tey til eini betonghús og setti vindeyguni eftir útsýninum og soleiðis, at tey hóska til føroyska veðurlagið. Úrslitið er júst tað, sum vit ynsktu okkum, sigur Heidi.

Hetta eru næstu húsini, sum Heidi og Torleivur eiga. Seinastu húsini vóru barndómsheimið hjá Heidi, sum eisini var í Hósvík. Men tað gjørdist skjótt greitt, at hugflogið og kreativiteturin hjá Heidi rakk langt út um trongu karmarnar í barnaheiminum. Tí gjørdi parið av at byggja dreymahúsið.

- Í mong ár frammanundan visti eg júst, hvussu alt skuldi síggja út. Tí var tað møgu­ligt at keypa til dømis allar hvít­vørurnar á útsølu, fleiri ár áðrenn húsini stóðu klár. Flotta køliskápið, sum eisini er vínkølari. Eym­hettan við inn­bygdum sjónvarpi. Og komfýr­urin, sum hongur langt uppi á vegg­inum. Eisini flotta baðikarið er keypt á útsølu, fortelur Heidi.

- Vit bygdu mitt í fíggjarkreppuni. Tí hava vit fingið alt fyri sera lagaligar prísir. Alt frá betongelementum og til snikkaragjørda køkin.

Einfaldir karmar

Myrku flísarnir á gólvinum eru teir somu í øllum húsinum, eisini úti á terassuni. Teir eru lagdir kant í kant, uttan fugu. Valdir við umhugsni. Svartir. Blankir, men ikki ov blankir.
– Eg vil sleppa at ganga runt í kjóla í húsinum, flennir Heidi.

Litirnir á veggjunum eru eisini valdir við umhugsni. Ongin veggur sleppur at vera hvítur. - Eg havi valt mær eina viftu av litum, sum hóska saman. Ein sjokulátalit, ein eitt sindur ljósari lit, svartan køk, skáp úr valnøtatræi. Og síðani mosaikkflísarnar á vegginum, sum sameina allar litirnar. Eg eri so sera væl nøgd við úrslitið, sigur Heidi.

Stóra rúmið í stovuni hevur dupulta hædd við vindeygum til báðar síður, heilt upp undir loftið og sermerkt av einum fantastiskum útsýni bæði yvir bygdina og yvir víkina. Eitt annað, sum sermerkir stovuna, er stóra ljósareyða, luksuskenda, mjúka veloursofan. Her flóta børnini, har tey finna uppá at balla seg bleytt við eini bók ella einum teknifilmi á teldlinum.

- Eg fann eina hundadýra Ejlersen sofu á netinum, ljósareyða og úr velour. Hon kostaði 70.000 krónur. Vinaligu starvsfólkini í Vøruhúsinum funnu mær síðani hesa, sum líkist nokkso nógv og var fyri ein nógv rímiligari penga, greiðir Heidi frá.

- Eg eri ikki til mainstream. Ringdi til mannin, tá eg skuldi avgera litin á sofuni. Valið stóð millum eina gráa og eina ljósareyða sofu. Tíbetur segði hann við meg: „Góða Heidi, tú skalt ikki hava eina gráa sofu, tú skalt hava eina ljósareyða“.

Flákrandi, fínu gólvlangu gardinurnar í vindeygunum eru eisini í ljósareyðum liti.

Eitt heim í dagligari broyting

- Eg fái pop-ups í høvdið alla tíðina. Hvussu kann eg optimera hetta og hatta. Hetta ger, at heimið alla tíðina er í broyting, eins og vit eisini eru í broyting, heldur Heidi.

Børnini vaksa til og fáa nýggjar tørvir. Soleiðis er alt broytt seinastu mánað­irnar, og Heidi deilir nú kontór við mannin. Dreingirnir, sum eru 9 og 10, skuldu hava hvør sítt kamar, og lítla Janet skuldi eisini hava sítt egna kamar. Tilsamans hava húsini 6 kømur og eina eyka stovu, sum verður nýtt til sjónvarpsstovu. Hjúnakamarið er í niðaru hæddini, og restin er uppiá, har útsýnið er til bæði stovu og køk.

Heidi dámar eitt heim, har ting henda. Hon elskar sítt dagliga starv sum vinnuráðgevi í tryggingarfelagnum Trygd. Innrættingin er helst sum ein mótpólur, har kreativiteturin fær frítt at fara. - Eg havi ikki hugsað at gerast arkitektur ella innrættingararkitektur, tí tað er ikki bara tað eina, sum hevur mín áhuga, men bæði bygningurin og innrættingin. Hetta er tí mín stóra dagdvølja.

Myndir
15 myndir