Modernaðar siðvenjur í Kirkjubø
7 myndir

Modernaðar siðvenjur í Kirkjubø

Eftir: Birgith Lassen / Mynd Amy Hansen 15.12.2020

Á ein heilt serligan hátt er tað siðbundna føroyska og tað mordernaða samantvinnað. Vit vitja dreymahúsini hjá Kolbrún Patursson í Kirkjubø.

Á veg inn um hurðina hjá Kolbrún Patursson í Kirkjubø møtir tær eitt lítið reytt skelti sum boðar frá, at her hevur einaferð húsast ein matstova. Hetta eru húsini, sum KOKS húsaðist í, tá matstovan fekk sína fyrstu Michelin-stjørnu. Kolbrún var fyri stuttum flutt inn, tá hon frætti, at matstovuni tørvaði tak yvir høvdið. Tað var eitt sindur í spølni, at hon bjóðaði síni hús fram, men við eitt varð køkurin og stovan í dreymahúsinum hjá Kolbrún gjørd um til eina matstovu í heimsflokki.

– Tað var ein stuttlig uppliving. Eg flutti inn til dóttur mína, sum býr fá hús haðani frá, meðan KOKS húsaðist her. Tey brúktu mítt innbúgv og nógv av mínari list hekk framvegis á veggjunum, tá gestirnir komu her at eta, fortelur Kolbrún, sum er útbúgvin blómubindari, og í fleiri ár rak hon blómuhandil á Áarvegnum í Havn. Hon hevur ein kærleika til tað estetiska og ein stóran áhuga fyri byggilist.

– Eg vildi hava, at húsini skuldu vera nakað serstakt. Eg eri uppvaksin í bóndahúsunum í Kirkjubø og havi okkurt fyri teimum gomlu føroysku húsunum, men samstundis elski eg ljós og stór vindeygu, so húsini vórðu ein roynd at samantvinna tað siðbundna og tað nýggja, sigur Kolbrún.

Húsini eru teknað av Palla Gregoriussen, og Kolbrún, sum eisini hevur eina útbúgving sum tekniskur teknari, var við í allari tilgongdini frá tekning til bygging.

– Tað var ein sera drúgv og tung gongd. Hetta var ikki bara-bara at byggja. Men úrslitið talar fyri seg, haldi eg, og er alt vert. Eg elski at sita her í stovuhorninum. Her síggi eg alla loftkonstruktiónina, og hvussu sperrurnar eru so perfekt plaseraðar. Tað gevur mær okkurt heilt serligt at sita her og eygleiða skapið.

Innbúgvið er ein blanding av tí romantiska, tí ráa og tí einfalda. Kolbrún fortelur, at hon hevur fingið íblástur frá sínum mongu uttanlandsferðum og frá interiørbløðum, men hugskotini kunnu koma til hana hvar sum helst.

– Stóra spísiborðið í stovuni er gjørt í Føroyum. Eg fekk eyga á eitt flott og stórt stykki av skipseik, tá eg var á skipasmiðjuni eini ørindi, og so spurdi eg bara, um eg kundi keypa tað. Tað var gamaní, og eg fekk ein snikkara at evna mær viðin til eitt borð og tveir beinkir, fortelur hon.

Gólvini eru úr massivari eik, og køkurin er sergjørdur úr óviðgjørdum teak.

– Hetta er køkurin, sum KOKS brúkti, tá teir fingu sína fyrstu stjørnu. Tað haldi eg, vera nokkso stuttligt. Eg bílegði køkin frá einum snikkaravirki í Danmark, sum eg var fallin fyri.

Køkurin er tungur og lættur í senn – eingi yvirskáp, einki monstrøst køliskáp og eingin uppvaskimaskina. Tað eru nevniliga skuffurnar, sum eru tað sentrala í køkinum. Í einari skuffu finnur tú eitt køliskáp og í eini aðrari eina uppvaskimaskinu.

– Hesa loysnina eri eg so sera glað fyri. Tað er bæði praktiskt og pent, og eg skilji ikki rættiliga, hví til dømis køliskuffur ikki eru meiri útbreiddar.

Uppi yvir stovuni sveimar ein opin gongd, og á loftinum hevur Kolbrún tvey kømur. Hon svevur sjálv í miðhæddini, har hon hevur útsýni yvir Hestfjørð.

– Eg elski at vakna her. Eg veit aldrin, hvat eg vakni til. Hvønn dag er eitt nýtt listaverk framman fyri mær, sigur hon um tað skiftandi veðurlagið, sum sleppur at seta sín dám á húsini. Einu løtuna er alt húsið lýst upp av ljósinum, sum kemur frá tí skýleysa himlinum, og tað kenst sum húsini eru óendalig, tí tey stóru vindeyguni skapa eina kenslu av, at tú rennur saman við skýggjunum. Næstu løtuna kennast húsini meiri fjálg, tí skýggini standa fyri sólini og nærum skapa eitt rúm uttan fyri húsini.

Hóast tað eru seks metrar til loftið í stovuni, kennast húsini ongantíð óheimlig. Tað er ein ávís tyngd í myrku gólvunum, sum eru klødd við marrokanskum teppum, stórum plantum og tungum interiøri, sum hálar húsið niður á jørðina. Eitt serstakt heim við einum serstakum eigara – takk fyri, Kolbrún, at vit sluppu at vitja og leita okkum íblástur í tínum vakra heimi.

Myndir
7 myndir
<p>Kolbrún finnir frið, tá hon eygleiðir konstruktiónina í húsunum. – Eg havi altíð verið hugtikin av byggilist, og tí er tað serliga upplyftandi at búgva í einum húsum, sum byggitekniskt eru heilt perfekt.</p>

Kolbrún finnir frið, tá hon eygleiðir konstruktiónina í húsunum. – Eg havi altíð verið hugtikin av byggilist, og tí er tað serliga upplyftandi at búgva í einum húsum, sum byggitekniskt eru heilt perfekt.

<p>Kolbrún tvíhelt um, at hon vildi ikki hava eina standard trappu. Eftir nógv høvuðbrýggj kom ein av synunum við hugskotinum at tekna og stoypa trappuna sjálvur. Ein vøkur loysn, sum boðar frá, at hesi húsini eru nakað heilt serstakt, longu tá tú trínur innum í gongina.</p>

Kolbrún tvíhelt um, at hon vildi ikki hava eina standard trappu. Eftir nógv høvuðbrýggj kom ein av synunum við hugskotinum at tekna og stoypa trappuna sjálvur. Ein vøkur loysn, sum boðar frá, at hesi húsini eru nakað heilt serstakt, longu tá tú trínur innum í gongina.

<p>– Vindeygu skulu í mínari verð vera reyð, sigur Kolbrún Patursson, sum er uppvaksin í gomlu bóndahúsunum í Kirkjubø - bygdini við teimum svørtu og reyðu húsunum. Tá Kolbrún fyri nøkrum árum síðani fór undir at byggja dreymahúsini, var tað umráðandi at samantvinna tað siðbundna føroyska og tað modernaða.</p>

– Vindeygu skulu í mínari verð vera reyð, sigur Kolbrún Patursson, sum er uppvaksin í gomlu bóndahúsunum í Kirkjubø - bygdini við teimum svørtu og reyðu húsunum. Tá Kolbrún fyri nøkrum árum síðani fór undir at byggja dreymahúsini, var tað umráðandi at samantvinna tað siðbundna føroyska og tað modernaða.