Myndasavn: Hugnaliga heimið í Aalborg við løttu litunum
6 myndir

Myndasavn: Hugnaliga heimið í Aalborg við løttu litunum

Eftir: Birgith Lassen / Myndir Privatar 22.01.2022

Á eini lítlari høvd á einum av elstu gøtunum í Aalborg liggja eini hús frá 1915. Klassisk og upprunalig á at líta, men tá tú traðkar nærri, letur ein heimur av lívi og litum seg upp. Her býr Rannvá Joensen - ein føroysk lærarinna í útlegd – við manninum Søren og teirra fýra børnum. Vit tosa við Rannvá um litir í innrættingini.

HVØR Rannvá, Søren og teirra fýra børn

HVAR Aalborg

HVAT 210 fermetra sethús frá 1915

Mín stílur … Hann er helst nokkso klassiskur, men samstundis merktur av teimum rákunum,

sum eru uppi í tíðini. Um tað ber til, so velji eg altíð møblar úr ektaðum natúrligum tilfari. Til

dømis stólar og borð úr viði og sofur úr ull ella leðri. Tá tú keypir hesar klassisku møblarnar úr

góðum tilfari og góðum handverki, so kostar tað kanska eitt sindur meira, men so keypi eg nips

og prýðislutir, sum eru bíligari og lættari kunnu skiftast, tá rákini venda.

Pútur, plantur og keramikk brúki eg til at fáa teir litirnar inn, sum mær dámar. Tað er næstan altíð blátt. Men beint nú sníkir rosa, appilsingult og grønt seg uppí.

Eg elski list, plakatir, málningar, og eg havi nógvar myndir á veggjunum. Eg haldi, at tað skapar eitt persónligt úttrykk, tí tað er nakað, sum eg havi savnað yvir longri tíð, og eg skifti tað sjáldan út. Eg eri ikki bangin fyri at hava ein blandaðan stíl, og tað havi eg nokk lært frá mammu. Líka sum hon, so innrætti eg mest við hjartanum og velji tað, sum mær dámar – og ikki bara tað, sum er uppi í tíðini.

Mítt yndisstað í okkara heimi … Tað er er óivað køkurin, tí her er altíð ljós og lív. Eg síggi út í havan og inn í stovuna, sum altíð hevur eitt lekkurt heitt ljós.

Køkurin … Hann er frá Ikea, og mamma mín, Anni, hevur teknað uppsetingina. Hon hevur selt køkar og er eitt slag av serfrøðingi akkurát á tí økinum. Tað var eitt sindur torført at fáa innrættingina at ganga upp, tí tað var ein veggur mitt í rúminum, sum ikki kundi flytast, men at enda eri eg ordiliga væl nøgd. Vit vildu gjarna hava ein køk við einari rúgvu  av goymsluplássi, men samstundis ein køk, har fólk hava hug at savnast, gera mat, eta og hugna sær við  vinfólkum og familju. Tað hava vit fingið. Borðplátan er av kompositt frá Nerostein, og handtøkini úr messing eru frá Retrovilla.dk.

Tá eg velji litir … Hugsi eg eisini, um rúmið, sum eg skal mála, vendir suðureftir ella norðureftir – um tað er kalt ella heitt ljós í rúminum. Mær dámar ordiliga væl, at tað kennist heitt, tá eg komi inn í eitt rúm, so tí hevði eg ikki málað køkin í einum køldum bláum liti ella turkis.

Á vegginum í køkinum havi eg valt ein ljósan grønan lit við eitt sindur av gráum í. Eg havi sjálv blandað meg fram til akkurát hendan litin av nøkrum restum, sum eg hevði her heima, og so havi eg fingið ein málara til at blanda mær eina spann av akkurát hesum litinum. Hann er í veruleikanum heilt líkur litinum Pale Linden frá Jotun Lady. Eg valdi tann grøna litin til veggirnar í køkinum, tí hann passar væl til havan, sum vit síggja frá vindeygunum í køkinum. Einaferð las eg, at tað  ber til at binda tað uttandura saman við tí innandura við at velja ein lit, sum líkist tí, tú sært uttanfyri. Til dømis grønt til ein hava og blátt til hav og himmal.

Myndir
6 myndir
<p>Køkurin er frá Ikea</p>

Køkurin er frá Ikea

<p>Tað var eitt sindur torført at fáa innrættingina at ganga upp, tí tað var ein veggur mitt í rúminum, sum ikki kundi flytast, men at enda eri eg ordiliga væl nøgd.</p>

Tað var eitt sindur torført at fáa innrættingina at ganga upp, tí tað var ein veggur mitt í rúminum, sum ikki kundi flytast, men at enda eri eg ordiliga væl nøgd.

<p>Einaferð las eg, at tað  ber til at binda tað uttandura saman við tí innandura við at velja ein lit, sum líkist tí, tú sært uttanfyri. Til dømis grønt til ein hava og blátt til hav og himmal.</p>

Einaferð las eg, at tað  ber til at binda tað uttandura saman við tí innandura við at velja ein lit, sum líkist tí, tú sært uttanfyri. Til dømis grønt til ein hava og blátt til hav og himmal.