Myndasavn: Við litum og heimligum hugna býr Kvinna mitt í býnum
18 myndir

Eftir: Kvinnu / Greinin er gjørd í samstarvi við Colorama á Hálsi 01.11.2025

Í februar fluttu vit á Kvinnu inn í nýggj høli í miðbýnum í Havn – hølini høvdu tørv á at blíva frískaði upp, og tí fall valið á máling og nógvar frískar litir. Við litum hava vit givið nýggja kontórinum eitt kreativt huglag, sum vit stórtrívast í. Fleiri hava spurt um litirnir, so nú deila vit nakrar myndir og litkotur. Og vit hava eisini savnað góð ráð til tín, sum hevur hug at finna málingarulluna fram. Vit hava fingið góða vegleiðing frá Colorama á Hálsi, so vit funnu júst teir litirnir, vit ynsktu. Og vit hava málað við máling frá Jotun Lady.

Áðrenn tú fert í Colorama á Hálsi
Hugsa um, hvat fyri huglag ynskir tær at skapa og leita tær íblástur ymsastaðni – í býlum, á heimasíðum og á sosialum miðlum. Áhugavert er at síggja, hvussu onnur hava samansett litirnar í teirra býli.

Ger tær greitt, um ætlar tær at mála eitt heilt rúm ella bert ein einstakan vegg. Ein veggur í einum nýggjum liti kann lættliga broyta huglagið í rúminum. Rákið loyvir eisini fleiri litum í sama rúmi, men hvat dámar tær best?

Hugsa um, hvørjir litir og hvat huglag hóska til verandi innbúgvið. Um heimið er nýtt og innbúgvið nýmótans, so kunnu heitir litir fjálga um. Um rammurnar harafturímóti eru eldri, og innbúgvið eisini hevur nógv ár á baki, so kunnu fagrir litir geva rúminum ein lættan dám.

Ivast tú enn, hvat tað rætta er til tín, so eru starvsfólkini hjá Colorama á Hálsi klár at vegleiða tær.

Myndir
18 myndir

Góð ráð áðrenn tú fert at mála køkin

Vit hava givið lítla te-køkinum nýtt lív við kongabláari máling – tað kennist eitt sindur sum at fáa ein nýggjan køk.

Minst til at vaska flatarnar væl, áðrenn teir verða grundaðir og síðan málaðir. Tað er ógvuliga umráðandi fyri at fáa grundaran at hefta. Vit hava brúkt Superheft grundara frá Jotun, sum er oljubaseraður. Ansa eftir, at einki støv ella hár leggja seg á framsíðurnar, tá tú málar, og turka við einum turrum lappa millum fyrsta og næsta umfar av máling, so alt støv verður tikið burtur. Lat framsíðurnar torna ordiliga væl, áðrenn tú heingir tær upp aftur. Helst í nakrar dagar. Her snýr tað seg um at vera tolin, tí máling er viðkvom fyrstu dagarnar, og tað er harmiligt at fáa skøvur í nýggju málingina, bara tí tú vilt skunda undir arbeiðið.

Spyr um góða ráð í Colorama á Hálsi, tey vegleiða fegin.

Prei! Keyp nakrar litroyndir við heim og smyr á, so tú sært, hvussu liturin riggar í rúminum og í skiftandi ljósi.

Gott kaffi so er dagurin í gongd.

Blái liturin eitur ultramarineblau

Gott kaffi so er dagurin í gongd.

Blái liturin eitur ultramarineblau

Myndin er ein gáva frá listakvinnuni Mariu Smith. Liturin á vegginnum eitur RAL 5002 Ultramarineblau og er málaðaur við Lady Wonderwall, glans 5

Litkotan er 4382 og liturin kallast nú Kvinna lilla, og er málað við Lady Wonderwall, glans 5.

Mála loftið
Vesið er málað lilla bæði veggir og loft  - og vit elska úrslitið - tað savnar rúmið og fær tað at kennast størri, tá loftið hevur sama lit sum veggirnir.

Prei!
Vit hava ikki brúsu á vesinum, men um tú hevur tað, so mála í staðin við Jotun Lady Aqua, vit hava málað við Jotun Lady Wonderwall. Jotun Lady Aqua fæst við glans 10 og glans 5, so tilber at fáa vakrar og mattar veggir.

Litkotan er 4382 og liturin kallast nú Kvinna lilla, og er málað við Lady Wonderwall, glans 5.

Mála loftið
Vesið er málað lilla bæði veggir og loft  - og vit elska úrslitið - tað savnar rúmið og fær tað at kennast størri, tá loftið hevur sama lit sum veggirnir.

Prei!
Vit hava ikki brúsu á vesinum, men um hevur tað, so mála í staðin við Jotun Lady Aqua, vit hava málað við Jotun Lady Wonderwall. Jotun Lady Aqua fæst við glans 10 og glans 5, so tilber at fáa vakrar og mattar veggir.

Ljósareyði liturin hevur litkotuna 3115, og eitur Tryllestøv, og vit hava málað við Lady Wonderwall, glans 5.

Vit elska spæli millum tað bláa og ljósareyða

Grøni liturin hevur litkotuna RAL 6037, og liturin eitur Pure Green, vit hava málað við Lady Supreme Finish, glans 15.

Prei!
Um allir veggir í rúminum ikki skulu hava sama lit, ella um málað verður upp í móti lofti við ongum listum, so kanst tú tryggja tær ein flottan kant við at seta málaraklistur rundan um tað økið, ið skal málast. Mála so á málaraklistrið við tí litinum, sum veggurin upprunaliga var. Skuldi eitt sindur av máling likið inn undir klistrið, so sæst hetta ikki aftur. Mála síðani veggin við tí nýggja litinum, ið tú hevur valt tær

Gamla trappen fekk nýtt lív, tá veggurin bleiv kongabláur.

Fríski ljósablái liturin hevur litkotuna 4519 og eitur Sleepless Night, og er málað við Lady Wonderwall, glans 5.

Guli liturin hevur litkotuna 1337, og liturin eitur Korngul, og er málað við Lady Wonderwall, glans 5.

Reyða borðið hava vit sjálvar gjørt - tú sært, hvussu vit gjørdu á Instagram @kvinnafo. Litkotan eitur RAL 3020, og liturin eitur Traffic Red og er málað við Lady Supreme Finish, glans 15.

Prei! Tá ið tú málar til dømis eitt heimagjørt borð, so er alneyðugt, at tað verður grundað fyrst. Vit hava brúkt Superheft grundara frá Jotun, sum er oljubaseraður.

Her sært tú nøvn og litkotur - fært tú eisini hug at mála :)