
Tapet hevur altíð verið ein vælumtóktur háttur at fáa lit og persónleika í eitt býli, eins og tað er ein lættur og lutfalsliga bíligur háttur at royna okkurt nýtt og øðrvísi í heiminum.
Nógv velja at tapetsera einstakar veggir við mynstrum ella litríkum tapeti, ið lívgar upp, og sum brýtur frá restini av rúminum. Vøkru, stóru blómurnar ella gyltu, grafisku linjurnar kunnu geva ein serstakan dám og vera eitt vakurt ískoyti til restina av innrættingini. Møguleikarnir eru nógvir, og um tú ynskir at prýða sovikamarið, køkin, stovuna, baðirúmið ella okkurt fjórða, so finst altíð okkurt áhugavert til júst títt býli.
Vit hava savnað seks inspirerandi tapet
Fleiri av tapetunum, vit vísa, finnur tú hjá Tapetkompagniet, sum kann bíleggjast gjøgnum Colorama á Hálsi. Og tvey eru frá fermLiving, sum Maria Poulsen bunýti umboðar.