Árstíðirnar koma og fara. Føroyski veturin er myrkur og tungur. Men tá ið várið endiliga vinnur dystin, og jørðin spakuliga vaknar aftur, hendir okkurt í okkum. Tað er, sum vit vakna og verða drigin út í náttúruna, sum brúsar av lívi. Tað er ein natúrlig gongd. Og hesa ferð hava vit latið okkum draga út í urtagarðin – av moldini, sum gevur lív, av spírum, sum kaga fram, og av teimum løtunum, tá vit steðga á og tilvitað seta ferðina eitt sindur niður.
Við Blómu & Blaði vilja vit geva tær íblástur til at skapa títt egna grøna rúm – hvørt tað er stórt ella lítið. Her finnur tú vakrar og lívgevandi urtagarðar, drívhús, sum skapa felagsskap, og hugskot til at fáa meiri gleði í og úr urtagarðinum.
Vit seta eisini fokus á burðardygd og sjálvbjargni, ja á tær smáu broytingarnar, sum kunnu gera mun í gerandisdegnum. Tú fært góð ráð, íblástur til grønar løtur og vegleiðing frá fyrstu spírum, til jørðin aftur fer í dvala.
Hetta er eitt bókasin um góðu løturnar uttanfyri, um at arbeiða við hondunum og njóta tað einfalda. At fylgja árstíðunum og skapa eitt stað, har tú hevur hug at vera. Vit vóna, at tú finnur okkurt her, sum gevur tær hug at fara út, royna teg og njóta tað grøna rundan um teg.
Góðan lesihug
Blóma & Blað kann eisini bíleggjast her
