
Býlið
Nýtt til barnakamarið: Montana Kids
Kenda danska fyritøkan Montana hevur gjørt eina nýggja vøruskrá við barnamøblum – spæl og hugflog eru reyði tráðurin í litríku møblunum.
Hugflogið hjá børnum er leikandi og lætt – tey fara svimja, og brádliga eru tey hávar. Tey fáa eina pappeskju og so byggja tey eina borg. Og júst hetta nevnir Montana, tá tey seta orð á nýggju vøruskránna við barnamøblum - tey ynskja at geva børnunum eitt huglag, sum vekir hugflogið.
Í nýggju vøruskránni eru millum annað ein kontórstólur og eitt skrivaraborð.
Kontórstólurin
Upprunaliga bleiv kontórstolurin sniðgivin í 1958, men nú kemur Kevi Kids, sum hann eitur, í einari minni og barnavinarligari útgávu. Stólurin fæst í fýra ymiskum litum.
Skrivaraborðið
Monterey skrivaraborðið er sniðgivið av stovnarinum av Montana, arkitektinum Peter J. Lassen. Og nú kemur klassiska sniðið í einari minni útgávu til tey smæstu í heiminum.