Persónligar plantur
Býlið

Persónligar plantur

Tak frumskógarkensluna inn í býli við stórum stovuplantum.
Eftir: Tóra Effersøe Mortensen / Myndir Veitari 07.12.2020

Vit gera nógv burturúr at inrætta okkara heim, so tað er persónligt – eisini tá vit velja plantur. Eitt av ráknum innan grønar plantur í løtuni er, at tær persónligu planturnar vinna fram – tær sum hava serstøk bløð antin í stødd, liti ella mynstri. Stóra plantan Strelitzia er sera trendy júst nú, hon trívist best í einum ljósum rúmi, hon skal ikki vatnast serliga ofta uml. 1-2 ferðir aðru hvørja viku.

Eisini ”sommerfuglepalmen”, sum er serliga luftreeinsandi, er síggja nógva staðni. Hon er eyðkend av longu og tætt vaksandi pálmabløðum sum hanga, hon er løtt at passa, skal ikki standa í beinleiðis sól og vatnast 1-2 ferðir um vikuna.

Halt eisini eyga við gullpálmu, kalatea og fiólfiku.

Inrætta persónligt við grønum plantum

Ger kyrrlutamyndir har tú setir tínar yndisplantur saman – gjarna í ymsum pottum. Gev tær stundir at finna tær persónligu planturnar, sum tær dámar. Um tú ynskir onkra plantu, sum ikki er at finna í blómuhandlunum, so kanst tú td. í Fípuni í Havn bíleggja júst ta plantuna, tú ynskir.