Skalt tú planta um? Soleiðis gert tú
Býlið
Skalt tú planta um? Soleiðis gert tú
Tað sæst á urtapottunum, tá teir tráa eftir at verða plantaðir um. Les meir um hví, nær og hvussu urtapottarnir av og á skulu fáa eitt sindur av kærleika
Eftir: Anniku Kunoy Im 27.01.2023

Urtapottarnir liva betri, tá teir verða plantaðir um, tí moldin í pottinum verður keðilig við tíðini. Tað eru tó ikki allir urtapottar, sum hava sama tørv á at verða plantaðir um.

Vanliga verður sagt, at stórar og valvaksandi plantur skulu plantast um hvørt ár, men tær sum vaksa seinni skulu plantast um á leið annað til triðja hvørt ár. Ivast tú í, um urtapottarnir heima hjá tær skulu plantast um? So eru ymik tekin, tú kanst halda eyga við.

  • Er potturin ov lítil?
  • Tykist moldin keðilig og hoknað?
  • Er plantan steðgað við at vaksa?
  • Koma røturnar úr pottinum?

Teir flestu urtapottarnir trívast í vanligar mold til urtapottar. Summar plantir, so sum orkidéir, miðalhavsplantir, súrbotnsplantur og sukkulentir hava tørv á serligari moldblanding til rætta plantubólkin.

Tá tú plantar um, legg so plantuna í eina spann við vatni, og lat hana súgva vætuna í seg. Tak pottin varliga av plantuni, og tak síðani moldina burtur ovast og á síðunum. Vel ein pott, ið er væl størri enn tann, plantan kom úr. Ansa eftir, at vatn fær runnið úr pottinum. Set plantuna í nýggja og trýst varliga nýggja mold í rundan um plantuna. Fyll restina av pottinum við mold omaná.

Gev urtapottinum nokk av vatni og tak oyðiløgd bløð og greinar burtur, tá tú hevur plantað um. Gev urtapottinum vatn javnan, og taða endiliga ein mánað eftir, at tú hevur plantað um.

Kelda: Plantorama




Viðkomandi greinar