Kom inn og síggj snildu, vøkru og kulu loysnirnar í íbúðini hjá Jóhonnu á Oyrasundskollegiinum
28 ára gamla Jóhanna Norðberg Niclasen úr Havn lesur til lærara í Keypmannahavn og býr á Oyrasundskollegiinum saman við unnustanum, Jóhann Kartna, og døtrunum, Mikkalinu og Jonnu Sofíu. Íbúðirnar á Oyrasundskollegiinum eru ógvuliga lítlar, men tað hevur ikki steðga henni í at finna snildar, heimagjørdar loysnir til næstan alt.