Soleiðis fært tú avleggjarar av monstera at vaksa
Býlið
Soleiðis fært tú avleggjarar av monstera at vaksa
Tað er lætt og ómakaleyst at fáa fleiri Monstera plantur burturúr tíni egnu
Eftir: Anniku Kunoy Im / Myndir veitarar 04.04.2026

Monstera er ein av teimum plantunum, sum næstan ongantíð fer av móta. Við sínum stóru, grønu bløðum og sermerkta sniði er hon ofta miðpunktið í innrættingini – og tað er ikki uttan orsøk. Hon er bæði vøkur, sterk og lutfalsliga løtt at hava við at gera.

 

Vilt tú hava fleiri plantur burturúr tíni egnu, er tað lættari, enn tú kanska heldur. Hygg fyrst væl at plantuni, og finn luftrøturnar. Tær vaksa úr stelkinum omanfyri moldina og eru aloftast brúnar. Við einum reinum saksi ella knívi kanst tú skera ein avleggara av – einar 2–3 cm undir luftrótini.

 

Set síðani avleggjaran í eitt glas við vatni og lat hann standa í einum ljósi rúmi. Minst til at skifta vatnið javnan, umleið eina ferð um vikuna. Eftir nøkrum vikum fara røturnar at vaksa, og tá er klárt at planta hann í ein nýggjan pott.

 

 

Hóast monstera stavar úr tropiskum økjum í Mið- og Suðuramerika, trívist hon væl í føroyskum heimum. Hon hevur ikki tørv á beinleiðis sól, men dámar best eitt ljóst rúm við mildum ljósi. Tað ger hana til eina perfekta plantu í einum vanligum stovu- ella køksumhvørvi.

 

Tá monstera veksur, kann hon skjótt fylla nógv. Tí er gott at geva henni eitt sindur av stuðli. Í náttúruni klatrar hon upp eftir trøum, og tað sama kann hon gera inni. Setur tú ein mosspinn ella líknandi í pottin, fær plantan okkurt at vaksa upp eftir. Tað ger hana bæði penari at hyggja at og kann eisini geva størri og flottari bløð.

 

Monstera hevur ikki tørv á ov nógvum vatni. Tað er betri at lata moldina torna eitt sindur ímillum enn at geva henni ov nógv. Um summarið kann hon fáa eitt sindur meira, meðan hon um veturin klárar seg við minni. Í vakstrartíðini - frá vári til heystið - er eisini gott at geva henni eitt sindur av tøð.

 

Við jøvnum millumbili – umleið eina ferð um árið ella annaðhvørt ár – hevur monstera eisini tørv á at verða umplantað. Best er at gera hetta um várið. Vel ein pott, sum er eitt sindur størri enn tann, hon er í, og tryggja tær, at vatnið kann renna frá.

 

Og monstera er røsk at siga frá, um okkurt er galið. Stendur hon ov nógv í sól, kunnu bløðini gerast brún í kantunum. Trívist hon væl, veksur hon skjótt. Tú kanst eisini geva henni eitt sindur av eyka umsorgan við at brúka sirmara viðhvørt – tað minnir hana um heita, fuktiga luftin, hon upprunaliga kemur úr.