
Sólin bakar, tað er stilli, og vit sleppa endiliga úr tunga vetrarjakkanum og út í garðin at rokast. Júst nú er besta tíðin at hyggja eftir, hvussu okkara hús og havi hava tað eftir ein illfýsnan vetur.
Jens Hjørleif Hansen, sýnsmaður hjá Betri Trygging, mælir til at brúka várið til at ganga ein túr runt um húsini og kanna, um alt er, sum tað skal vera. Her fært tú hansara bestu ráð til, hvat tú skalt minnast til at hyggja eftir og gera í góða veðrinum fyri at fyribyrgja størri og meira álvarsamar húsaskaðar.
Hvat eiga fólk at gera, nú veturin er av og várið er í hæddini?
Um tú leggur merki til, at húsini hava fingið onkran skaða, so er besta tíðin nú at fáa skaðan umvældan.
- Eitt nú kunnu takrennurnar vera gamlar og ótættar, og akkurát hetta ber til at umvæla, nú summarið stendur fyri durum. Tað er altíð skilagott at tøma og reinsa tær.
- Vindeyguni hava við jøvnum millumbili brúk fyri at verða smurd við onkrari góðari olju ella spreyi, so tey ganga væl aftur og fram. Tað sama ber til at siga um hongslini á úthurðini.
- Um húsini hava tørv á at verða málað, so er eisini upplagt at gera tað nú. Ofta eru tað serliga ábæru húsasíðurnar, ið fáa nógvan vind, sum hava brúk fyri at verða málaðar.
- Tað er eisini gott at kanna, um garðurin kring húsið ella portrið treingja til ábøtur.
- Og um tú hevur ein hava, er tað skilagott at grava og drena blómubeðini, um nógv vatn hevur samlað seg har gjøgnum veturin.
Henda skaðar ofta, sum fólk ikki leggja til merkis?
Smáir skaðar eru ofta ikki so sjónligir. Eitt nú kunnu takið ella takrennan hava fingið onkran skaða, sum eigarin ikki hevur varnast. Tí er tað so gott at ganga gjølla rundan um húsini og kanna alt. Eisini er tað skilagott at fara upp á loftið og hyggja nærri eftir takinum, um til dømis onkur leki er at síggja. Hetta er eisini galdandi fyri summarhúsini, har eigarin ikki er líka ofta.
Hvat dekkar ein vanlig húsatrygging hjá Betri Trygging?
Tað er ikki lætt at siga í stuttum, men í heila tikið dekkar tryggingin tað, ið hendir brádliga. Altso hendingar, har tryggingartakarin ikki fær gjørt nakað fyri at fyribyrgja skaðan. Eitt nú dekkar tryggingin allar vanligar og sjónligar stormskaðar.
Hvussu skal ein bera seg at, um ein hevur fingið ein skaða?
Um tað er ein brádligur skaði, so er tað umráðandi beinanvegin at fyribyrja, at skaðin ikki gerst størri. Eitt nú at sløkkja fyri vatninum, um tað er ein vatnskaði. Tá tað er gjørt, so hava vit í Betri Trygging tryggingarappinia ”Mín Trygging”, ið ger tað so lætt og skjótt at skráseta skaðan og harvið melda hann til tryggingina.
Eru nøkur dømi um serliga álvarsamar skaðar, ið eru komnir av vindi og regni gjøgnum veturin?
Skaðarnir eru nógvir og ymiskir. Vit síggja alt frá, at heil tøk eru fokin av húsum til minni skaðar á eitt portur.
Hvat kann ein gera fyri at fyribyrgja skaðar?
Tað hevur stóran týdning, at vit øll í hvør sínum lagi rudda væl uttanfyri hjá okkum sjálvum og gera neyðugu ábøturnar á okkara ognir. Soleiðis fyribyrgja vit í felag at fleiri og óneyðugir skaðar henda.