Summarhúsið í Víkarbyrgi
7 myndir
Summarhúsið í Víkarbyrgi
Eftir: Tekstur og myndir Tóra Effersøe Mortensen  21.07.2022

– Framman fyri vindeyganum í køkinum dámar mær væl at sita og síggja sólina rísa um várið og summarið. Og ikki minst at halda skýming um heystið og veturin, - tá er tað nakað heilt serligt bara at sita har, meðan eldurin brakar í brenniovninum, sigur Anita Vibergsdóttir, sum fyri fýra árum síðani keypti summarhús í Víkarbyrgi, sum í fleiri ár hevur verið óbygd.

Sólin skínur, ikki eitt skýggj er at síggja á tí fagurbláa himlinum - ein sannur góðveðursdagur, henda dagin eg koyri eftir Sóljuleiðini til Víkarbyrgis. Í Víkarbyrgi eru eingi fastbúgvandi fólk longur, og tað merkist. Her er friður – einki óljóð, bert náttúran, sum brýtur kvirruna við føgrum fuglasongi, teskandi aldubroti og av og hoyrist ein jarmandi ær. Friðsælt.

– Eg elski at vakna her um morgunin, um summarið hoyrast fuglarnir láta, og um veturin er tað brimið. Tað er fantastiskt – eg elski tað. Tá eg eri her, fari eg heilt niður í ferð, eg kann ganga dagar uttan at hyggja í telefonina ella telduna, sigur Anita, sum fyri fýra árum síðani keypti summarhúsið í Víkarbyrgi saman við manninum Hans Paula.

Hvør: Anita Vibergsdóttir og Hans Pauli Henryson
Hvar: Í Víkarbyrgi í Suðuroynni
Hvat: Summarhús umleið 80 fermetrar

Anita og maðurin gjørdu skjótt av, eftir at tey eitt sunnukvøld sóu húsini til sølu á Facebook. Tað var í hálvleikinum í einum HM-hondbóltsdysti, at Anita sá húsini, og tá dysturin var liðugur settu hjúnini seg í bilin við leið ímóti Víkarbyrgi – húsini vildu tey síggja sum skjótast.

– Morgunin eftir fóru vit aftur ein túr suður at hyggja eftir húsunum, sum vóru til sølu saman við einum báti og einum neysti, og áðrenn Dagur & Vika byrjaði sama kvøld, áttu vit summarhús í Víkarbyrgi.

– Tá ið vit keyptu húsini, fingu vit ein mann, sum hevur búð í Víkarbyrgi at fortelja okkum eitt sindur um umhvørvið og húsini, og tá funnu vit útav, at familjan hjá mær hevði búð í húsunum beint upp yvir okkara. Tað var stuttligt at hoyra, og tað fekk meg at hugsa, at tað kanska var lagnan, ið vildi, at vit aftur skuldu fáa eitt band til Víkarbyrgis, og kanska var tað orsøkin til, at vit gjørdu so skjótt av, tá ið vit keyptu húsini, sigur Anita og smílist.

– Vit trivust her frá fyrsta degi.

Arvalutir, endurnýtsla og persónligir lutir

Húsini vóru so at siga klár at flyta inní, tá ið hjúnini keyptu tey, men onkrar broytingar blivu gjørdar beinanvegin fyri at gera húsið tíðarhóskandi til Anitu og stóru familju hennara.

– Tá vit keyptu húsini, vóru tey í so góðum standi, at tað var ikki neyðugt at gera annað enn at mála og flyta inn. Vit brúktu veturin til at hugsa um, hvat vit vildu broyta. Eg eri glað fyri, at vit líka steðgaðu á. Vit hava broytt eitt sindur, gjørdu køk, stovu og eitt kamar til eitt rúm. Tað hóskar betur til okkara tørv og er rúmligari, serliga tá øll okkara stóra familja er savnað. Vit valdu at varðveita gamla køkin, tí hann fungerar væl og hoyrir líkasum til húsini. Tað, sum hevur størsta týdningin fyri meg, er, at tað er hugnaligt og praktiskt.

Anitu dámar væl at innrætta - og summarhúsið ber brá av, at hon dugir at gera tað heimligt og hugnaligt. Hon hevur innrættað summarhúsið, sum tey kalla Baldursbrá, við einari blanding av gomlum, nýggjum og sjarmerandi arvalutum.

– Mær dámar væl at hava onkran arvalut, sum gevur innrættingini persónleika – eg havi til dømis koppastellið frá vermóður, okkurt frá ommu míni og ting, sum hava eina søgu. Og so havi eg keypt ymiskt í endurnýtslu, sum hóskar til húsini, okkurt nýtt er eisini, men tað er ikki tað, sum fyllir mest.

Hvør er tykkara næsta verkætlan í húsinum?

– Her er onki, sum hastar, tað kemur, tá tað kemur. Eg havi nokk at gera heima á Tvøroyri í okkara húsum har, so tað er gott at hava eitt andarúm her. Men eg havi ætlan um at gera okkurt við sjónvarpskrókin í stovuni, og so er eitt gamalt køksskáp í kjallaranum, sum vit ætla at umvæla og heingja upp aftur í køkin, har tað hoyrir heima.

Svørtu húsini við hvítu vindeygunum verða ikki bert brúkt í summarhálvuni, men ein ruskutan vetrardag dámar Anitu og manninum eisini væl at pakka bilin og koyra teir 35 minuttirnar, tað tekur av Tvøroyri til summarhúsið.

– Her ert tú eitt við náttúruna, og júst tað elski eg.

Friðurin her ger tað nærum larmandi stilt – men tað verður aldrin óhugnaligt, heldur Anita.

– Eg havi sovið einsamøll her í nátt, her er ikki eitt menniskja – bara eg og stjørnurnar. Eg fór út og legði meg eina løtu í heingikoyggjuna í gjárkvøldið og hugdi eftir stjørnunum, tað er fantastiskt. Fyrstu náttina, eg svav einsamøll í húsinum, kom eitt sindur av fjáltri á meg út á kvøldið, men so fór eg út og gekk runt um húsini og hugdi inn í kjallaran. Ikki ein sál, og so kundi eg leggja meg trygt at sova. Nú havi eg vant meg við at vera her einsamøll.

– Tá eg eri her suðuri, eri eg oftast í einum heilt øðrum huglagi enn heima. Tað er onki, sum hastar, hetta er mítt andarúm, og eg havi nóg mikið av tíð til bara at vera til - njóta løtuna og ikki minst friðin og náttúruna. Tað byrjar longu, tá eg pakki taskuna heima og fari avstað í bilinum og 20 minuttir seinni koyri á Sóljuleiðini niðan ímóti Hestinum. Mær dámar væl at sita og binda, lurta eftir onkrari sending á netinum, sum eg kanska ikki havi havt stundir til heima, lesi nógv, baki, putlist við okkurt uttanfyri, og annars njóti eg bara, at klokkan ikki stýrir daglidegnum. Hetta er okkara frírúm, og tað er í lagi onki at gera.

Sjálvt um Anita og maðurin bert hava átt húsini í fýra ár, so eru tey longu ein stórur og týdningarmikil partur av teirra familjulívi, og nógv góð minnir verða til í sjarmerandi húsunum og veðurgóðu bygdini.

– At vakna tíðliga ein vakran summarmorgun, fara út í tún og hoyra fuglarnar, merkja friðin og bara njóta skapanarverkið, tað er nakað heilt serligt. Ella ein grilldag saman við allari familjuni, hugnaligt og rokaligt og alt í senn, tá fái eg hesa eydnukensluna, at lívið er gott. Ella saman við ommusynunum og manninum niðri við ánna. Ella kanska var tað løtan niðri á lendingini eina stilla summarnátt, sum eg minnist best. Her hava vit longu nógv góð minnir, og vit gleða okkum til at fáa fleiri minnnisríkar løtur.

Sóljuleiðin

Kennir tú Sóljuleiðirnar, sum millum annað er vegurin frá Lopra til Víkabyrgis? Tað eru VisitFaroeIsland og Landsverk, sum hava peikað á nøkur vegastrekki, har tú kanst koyra spakuliga og njóta koyritúrin og náttúruna uttan at vera til ampa fyri ferðsluna annars. Á Sóljuleiðunum, sum liggja í serliga vøkrum landslagi, ræður ikki bert um at koma fram, men líka so nógv um at uppliva ferðina og landslagið, tú koyrir ígjøgnum, har tað brádliga skiftir frá stórbærum útsýni til bert at síggja tað, sum er beint við.

Myndir
7 myndir

Hvaðani fært tú íblástur til at innrætta?

Tað eri eg ikki so tilvitað um. Óivað er tað okkurt, eg síggi í bløðum ella á netinum, sum gevur mær íblastur saman við mínum egnu hugsanum um, hvussu eg vil hava tað.

Hvaðani fært tú íblástur til at innrætta?

Tað eri eg ikki so tilvitað um. Óivað er tað okkurt, eg síggi í bløðum ella á netinum, sum gevur mær íblastur saman við mínum egnu hugsanum um, hvussu eg vil hava tað.

Hvar er yndisstaðið inni í húsinum?

– Tað er í grøna stólinum við vindeygað, ongin ivi um tað. Tað er yndisstaðið í húsinum bæði hjá mær og allari familjuni. Har framman fyri vindeyganum dámar mær væl at sita og síggja sólina rísa um várið og summarið. Og ikki minst at halda skýming um heystið og veturin, - tá er tað nakað heilt serligt bara at sita har, meðan eldurin brakar í brenniovninum.

Hvar er yndisstaðið inni í húsinum?

– Tað er í grøna stólinum við vindeygað, ongin ivi um tað. Tað er yndisstaðið í húsinum bæði hjá mær og allari familjuni. Har framman fyri vindeyganum dámar mær væl at sita og síggja sólina rísa um várið og summarið. Og ikki minst at halda skýming um heystið og veturin, - tá er tað nakað heilt serligt bara at sita har, meðan eldurin brakar í brenniovninum.

Hevur tú eini góð ráð til teirra, ið keypa sær eini gomul hús og vilja gera tey til síni egnu?

Fyrst og fremst haldi eg, at tey eiga at gera sær hugsanir um, hvat tey vilja við húsunum, og hvussu tey kundu hugsað sær at brúkt tey. Flytið inn og finnið síðan útav, hvussu húsini eru. Tá kemur tað av sær sjálvum. Tó vil eg siga, at tá tú ert í summarhúsi, brúkar tú oftast nógv meiri tíð uttandura, enn tú gert heima, og tí eru eini góð ráð, at uttanumøkið hevur høga raðfesting og verður gjørt nokkso skjótt.

Hevur tú eini góð ráð til teirra, ið keypa sær eini gomul hús og vilja gera tey til síni egnu?

Fyrst og fremst haldi eg, at tey eiga at gera sær hugsanir um, hvat tey vilja við húsunum, og hvussu tey kundu hugsað sær at brúkt tey. Flytið inn og finnið síðan útav, hvussu húsini eru. Tá kemur tað av sær sjálvum. Tó vil eg siga, at tá tú ert í summarhúsi, brúkar tú oftast nógv meiri tíð uttandura, enn tú gert heima, og tí eru eini góð ráð, at uttanumøkið hevur høga raðfesting og verður gjørt nokkso skjótt.

Hvussu vilt tú lýsa stílin hjá tær í summarhúsinum?

Mær dámar væl romantiska stílin, sum eg haldi vera hugnaligan og hóskar væl í einum summarhúsi. Eg blandi bæði nýggjar lutir við arvalutir og persónlig ting, sum hava ein týdning fyri meg, og tað er júst hetta, sum saman skapar tann stílin, eg dámi og trívist í.

Hvussu vilt tú lýsa stílin hjá tær í summarhúsinum?

Mær dámar væl romantiska stílin, sum eg haldi vera hugnaligan og hóskar væl í einum summarhúsi. Eg blandi bæði nýggjar lutir við arvalutir og persónlig ting, sum hava ein týdning fyri meg, og tað er júst hetta, sum saman skapar tann stílin, eg dámi og trívist í.