Tá málingin ger allan munin
Býlið
Tá málingin ger allan munin
Hevur tú eisini onkrar verkætlanir heima við hús, ið tú ætlar tær í holt við, nú summarfrítíðin stendur fyri durum? Herfyri sveiggjaðu vit pensilin, og sum altíð ger rætta málingin tann lítla, stóra munin í einum rúmi.
Eftir: Kvinnu / Lýsingagrein gjørd í samstarvi við Strandamáling 24.06.2021

Um tit eru sum vit, so er tað, tá feriur og frítíð nærkast, at hugurin til at fara undir onkra verkætlan heima við hús, veksur munandi. Í ølllum førum samanborið við, tá vit eru í hamstarahjólinum og skulu fáa arbeiði, skúla, stovn, matgerð, innkeyp, reingerð, barnaføðingardagar, fótbóltsvenjingina og alt tað leysa at ganga upp.

Og summarfrítíðin er onki undantak. Hesa ferð hava vit verið í holt við eitt barnakamar, ið trongdi til at vera uppfríska eitt sindur. Og tað er altíð stuttligt at at síggja broytingina, tá eitt sindur av máling og ikki minst eitt sindur av liti kemur á veggirnar, tí tað ger veruliga stóran og góðan mun fyri hugnan í rúminum.

Til hetta kamarið hava vit brúkt Strandamáling, litkota NOVA J050. Ein lekkur, ljósur og mattur grønur litur.

Málingin frá Strandamáling er løtt at arbeiða við og luktar ikki. Hon fjalir væl, og tað var skjótt at mála hendan eina veggin. Til hendan veggin (uml. 4 m x 2,2 m)  keyptu vit 2,5 l av máling, og í roynd og veru var eisini nóg mikið til ein minni vegg afturat, sum kúllurin í kamarinum ynskti sær at fáa málaðan afturat, so málingin er eisini rættiliga drúgv.

Áðrenn 

Av tí, at málingin er so løtt at arbeiða við, ber væl til at hava børnini við. Tað er kanska serliga hugaligt, tá tey sleppa at vera við at mála sítt egna kamar. Hjá okkum krevst tó, at ein vaksin tekur eftir við eini rullu aftaná, tí heiligdagar sníkja seg skjótt inn ímillum, tá eitt 7 ára gamalt skal standa fyri málingini.

Børn kunnu saktans vera við

Vit vórðu sera væl nøgd við endaliga úrslitið av málingini. Kamarið er tó ikki heilt liðugt enn, okkurt manglar framvegis fyri at fáa rætta huglagið, men tað er heilt víst málingin, ið skapar ein heilt serligan hugna.

Aftaná. Rætti grøni liturin sæst best á fyrru myndini. 

Prei!
Mála útyvir málaratape

Tá tú setur av, so ger tað rætt. Tá tú hevur sett títt tape upp, kanst tú mála hvítt útyvir tað, áðrenn tú málar við tínum nýggja liti. So sleppur tú undan, at tann nýggi liturin treingir undir málingina og gevur eina óbeina og ljóta linju.