"Tað sum eftir er" heiðrað við M.A. Jacobsens virðisløn
Býlið
"Tað sum eftir er" heiðrað við M.A. Jacobsens virðisløn
Tórshavnar kommuna handaði í dag M. A. Jacobsens virðislønir 2026. Virðislønir vórðu latnar fyri fagrar bókmentir, yrkisbókmentir, barnamentan og annað mentanaravrik.
Eftir: Mynd Álvur Haraldsen 01.10.2026

Tórshavnar kommuna handaði í dag M. A. Jacobsens virðislønir 2026. Virðislønir vórðu latnar fyri fagrar bókmentir, yrkisbókmentir, barnamentan og annað mentanaravrik.

 

M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir 2026 varð latin Anniku Kunoy Im og Tóru Effersøe Mortensen fyri bókina "Tað, sum eftir er - smakkir úr og søgur um avroð".

 

Les meira um bókina her.

 

Bókin skarar eisini framúr í síni heild, sum við livandi teksti, vøkrum myndum og snøggari uppseting lýsir avroð sum serligt og virðismikið tilfeingi, men eisini við uppskriftum, sum geva lesaranum íblástur til at gagnnýta hetta tilfeingið.

 

Tað, sum eftir er er eitt frálíkt verk, sum bæði ríkar siðbundnu føroysku mentanina og letur eyguni á lesaranum upp fyri tí ríkidømi, vit longu hava.


Mynd: Tordis Vang Guttesen/KVF


Trygvi Danielsen fekk virðislønina fyri fagrar bókmentir fyri skaldsøguna „hey :) tað metamodernistiska dómadagsmanifestið anno domini MMXXV et in futurum“.

 

Urd Johannesen fekk M.A. Jacobsens virðisløn fyri barnamentan fyri bókina „Ferðin til Kongurvág“.

 

Virðislønina fyri annað mentanaravrik fekk Suni Merkistein fyri sínar mongu mentanarsendingar og frásagnir í Kringvarpi Føroya.