Tíðarleyst design frá Verpan
Býlið

Tíðarleyst design frá Verpan

Sniðgevin setti av álvara sítt fingramerki á danskt design og setti somuleiðis danskt design á heimskortið.
Eftir: Anniku Kunoy Im 17.05.2021

Minnist tú aftur á eina Moon lampu í stovuni ella ein litríkan Pantop í køkinum í barndómsheiminum? Tað er ikki so løgið, um so er, tí danski sniðgevin, Verner Panton, hevur fríðkað um fleiri heim gjøgnum árini, og hann ger tað enn í dag.

Vit kenna fleiri av sniðunum hjá honum uttan at hugsa stórvegis um tað, tí við litum og hugflogi er hann er ein natúrligur partur av innrættingini hjá mongum okkara. Og hóast designini eru gomul, eru tey framtíðarkend.

Tær flestu kenna Verner Panton klassikarar, tí sniðgevin, ið livdi frá 1926 til 1998, setti av álvara sítt fingramerki á danskt design og setti somuleiðis danskt design á heimskortið við funktionellum, modernaðum og serstøkum designi.

Í 2003 fór Verpan undir at framleiða gjølla útvaldar tíðarleysar designvørur hjá Verner Panton, og danski sniðgevin spælir enn ein týðandi leiklut í modernaðu innrættingini við serligum brúkaraupplivingum og nýggjum háttum at liva, arbeiða og sampæla  - eisini hjá okkum her heima. Í Føroyum er millum annað Vøruhúsið umboð upp á Verpan.

Kendar Verner Panton lampur

 

Moon, 1960

Verner Panton sniðgav Moon lampuna í 1960, og hon er ein av teimum fyrstu lampunum, hann sniðgav. Ikoniska viftukenda lampan er sermerkt við 10 tunnum ringskapaðum bløðum, sum á lýtaleysan hátt veita fjálgt og umgirandi ljós, sum ikki blindar. Bløðini geva afturskin og síla ljósið frá, og lampan sær øðrvísi út úr ymiskum sjónarhornum.

 

VP-Globe, 1969/1970

Hendan lampan kennist bæði framtíðarkend og nýskapandi, hóast hon hevur lýst í meiri enn hálva øld. Hon er úr acrylglasi, sum var eitt nýtt tilfar tá, Verner Panton sniðgav hana. Lampan er gjøgnumskygd, og vit síggja inn í lampuna, sum eisini ger hana framtíðarkenda og nýskapandi. Upprunaliga varð loftslampan Globe teknað til eina møplasýning í 1970 og varð framleidd sjey ár seinni.

Pantop, 1980

Hendan lampan er djørv og stuttlig samstundis, sum hon er klassisk og í samhuga við umhvørvi, hon stendur í. Fjálga ljósið lýsir niður eftir, tí eyðkenda lampan hevur skap av eini klokku.
Verner Panton sniðgav hesa lampuna, sum er at fáa í alskins litum, í 1980. Hon letur veruliga upp fyri dyrvi, persónligheit og huglagi.