- Vit vilja blíva gomul í Føroyum
Býlið

- Vit vilja blíva gomul í Føroyum

Sjónvarpsdarlingarnir Sunnvá Dahl Rasmussen og sjeikurin Martin ganda viku eftir viku spennandi heimagjørt innbúgv fram á sjónvarpsskíggjanum í sendingini Nýbyggjararnir. Vit hava sett Sunnvá nakrar spurningar um íblástur, innrætting og góð ráð til DIY’s.
Eftir: Birgith Lassen 27.11.2020

Hvat fyri avrik í sendingini, eru tit mest errin av higartil?

Vit eru sera errin av øllum rúmunum, ið vit hava bygt og innrættað higartil. Vit eru sera errin av okkara baðirúmi og øllum tí, ið vit bygdu har inni. Sum heild eru vit mest errin av tí, vit sjálvi hava bygt; songin, innbúgvið á vesinum, terassan, innbygda skápið í gestakamarinum, reolin á kontórinum, vínreolin og spísiborðið. Og sigast skal, at vit hava ongar royndir við at byggja, annað enn tær smáu verkætlanirnar, ið vit hava gjørt heima í íbúðini hjá okkum. 

Hvørja avgerð angra tit?
Vit vilja ikki siga, at vit beinleiðis angra nakað. Høvdu vit vitað, hvussu trupult tað var at leggja brotflisarnar á gólvið í gongini, høvdu vit allarhelst ikki farið í holt við akkurát tað.

Hvar finna tit íblástur?
Vit finna nógvan íblástur í náttúruni og úr okkara føroysku rótum. Eisini finna vit íblástur á kaffistovum í Keypmannahavn og aðrastani í heiminum. Harafturat dámar okkum væl at finna íblástur á Pinterest og so seta okkara egna dám á úrslitið.  

Hvørjar Instagram vangar brúka tit til íblástur til innrætting?

@cleoscheulderman
@boligcious
@Vandervelpen
@Maandpartners

Og so teir “gomlu” nýbyggjararnir:
@Lourdes_manco, @Idaholm, @lesifre_design og @lisevandborg.

Hvat er títt besta ráð til innrætting, sum tit kunnu geva víðari?
Mítt besta ráð er: Fá so nógv burturúr plássinum, sum til ber. Máta væl og legg eina ætlan, áðrenn tú fert út at keypa. Hugsa eisini um goymslu, tá tú innrættar. Jú meira goymslupláss tú hevur, jú ruddiligari verður tað eisini í longdini. Royn eisini og finn okkurt, ið tú ikki verður troytt av í longdini og okkurt, ið ikki bert er eitt rák beint nú, men sum er meira tíðarleyst. Skapa tín egna stíl!

Hvussu við framtíðini – ætla tit at vera verandi í Danmark?
Vit eru bæði samd um, at vit vilja blíva gomul í Føroyum. Vit vita tó, at so skjótt vit seta føturnir í Føroyum, so vera vit verandi. Tí mugu vit at vera vís í, at vit eru liðug við at vera uttanlands, áðrenn vit flyta heim. Vit vóna tó, at vit sleppa at flyta inn í nýbyggjarahúsini hjá okkum í Silkeborg í nøkur ár, áðrenn vit flyta heim.

Hvussu hevði eitt dreymahús í Føroyum sæð út?
Eini dreymahús fyri okkum eru eini hús, ið vit kunnu seta okkara egna dám á. Vit vóna at fáa møguleikan at byggja eini hús sjálvi ella keypa eini hús, ið skulu umvælast. Upp á tann mátan kunnu vit fáa júst tað, vit ynskja okkum. Keypa vit eini hús, ið eru ov vøkur og liðug frammanundan, føla vit, at vit flyta inn í húsini hjá onkrum ørðum. Tað týdningarmesta fyri okkum er, at rúmbýtið er gott. Trý kømur og eina stóra stovu/køk hevði passað okkum væl. Fyri okkum er sjálv staðsetingin ikki so týdningarmikil, men sum flest onnur ynskja vit okkum eini hús við góðum útsýni.

Hvat vilja tit siga við onnur, sum kundu hugsað sær at farið í holt við DIY’s, men ikki hava tikið stigið enn?
Fyri at kunna byggja, skalt tú eiga ein tummastokk, vaterpass, pussipapír, eina sag og eina skrúvumaskinu. So koma øll tey smáu amboðini afturat, um tú vilt tað. Tað kundi til dømis verið pussiamboð, ein tvinga, stiksag, rundsag og høvil/el-høvil. Byrja við at tekna eina tekning. Máta væl upp og rokna út, hvussu nógv tilfar tú skal nýta. Skriva ein innkeypslista. Tað týdningarmesta í tilgongdini at byggja okkurt, er at hava tol og at vera neyv. Máta eina eyka ferð, áðrenn tú skerir. Alt verður vakrari, um tú skerir og setur neyvt saman.




Viðkomandi greinar