
Keyp borð til Loppulív - loppumarknaðurin eftir Kvinnurenningina!
Kom við og sel títt endurnýtslugull til okkara spennandi loppumarknað Loppulív.
Beint eftir at vit hava runnið Kvinnurenningina, gera vit aftur klárt til ein hugnaligan, spennandi og livandi markna við søluborðum - nú í fimleikahøllini í Studentaskúlanum í Hoydølum, har Kvinnurenningin eisini endar.
HVAR: Fimleikahøllin, Studentaskúlin í Hoydølum
NÆR: Leygardagin 24. mai kl. 16.00 - 18.30
Til sølu verða millum annað: Klæðir, smúkkur, bøkur, brúkslutir, postalín, keramik og annað endurnýtslugull.
Prísur 500 kr.