Tað, sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð
GG! Veitingartíðin er 1-2 vikur, tí hon verður endurprentað
Í bókini Tað, sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð, sum Kvinna hevur latið úr hondum í samstarvi við IRF, verður sjóneykan sett á tað tilfeingi, sum áður var sjálvsagt, men nú ofta verður burturbeint. Nevniliga avroð av seyði. Bókin gevur bæði søguligar og mentanarligar vinklar – við søgum frá teimum, sum minnast, hvussu alt varð gagnnýtt, og við nýggjum uppskriftum, sum vísa, hvussu avroð kann gerast bæði spennandi og nútímans matur. Haraftrat seta kokkar og matentusiastar síni fingramerki á nýmótans rættir, so lesarin fær íblástur til sjálv at royna seg við hesum ofta óbrúkta tilfeinginum.
Við vøkrum myndum, stuttligum anekdotum og fangandi søgum verður bókin bæði ein ferð aftur í tíð og ein áheitan um at hugsa burðardygt og djarvt við køksborðið við at brúka tað tilfeingið, vit eiga.
Tað, sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð er ikki bara ein kókibók. Tað er eisini ein livandi frásøgn um, hvussu vit kunnu síggja seyðin av nýggjum - sum tað tilfeingi, hann altíð hevur verið.